Kirkjutakið datt niður beint eftir midnáttarmessuna

- Vit høvdu rætt og slætt einglavakt, sigur presturin í belgisku kirkjuni, hvørs takk datt niður beint eftir midnáttarmessuna jólanátt.

- Ja, datt takið niður undir messuni, hevði eingin komið frá tí við lívinum, slær presturin Alain Vanherle fast.

Fáar tímar eftir kirkjufólkið í hesi katólsku kirkjuni var farið til hús eftir midnáttarmessuna í Regina Pacis-kirkjuni í býnum Lutselus.

Nógvi kavin á takinum er helst orsøkin til at takið hoknaði undan.

Umleið 200 menniskju høvdu júst verið saman við serligu midnáttarmessuna jólanátt, tá takið datt niður um 4-tíðina henda morgunin.

Eftir standa bert veggirnir á teirri 72 ára gomlu múrkirkjuni.

- Vit hava aldrin havt trupulleikar við stabilitetinum í kirkjuni, sum Vanherle, ið stóð á odda fyri messuni hesa náttina.

Til alla Guds lukku kom eingin til skaða.