Lógin um at gera Føroyar til eitt valdømi skuldi gera valuppstillingar greiðari og landið meira samanhangandi, men til hetta valið hevur úrslitið heldur verið harðari innanhýsis stríð í flokkunum og klandur millum valfeløg og floksleiðslur.
Elis er uppstillaður á Tjóðveldislistanum, hóast valfelagið í Sandoy vrakaði hann. Í Vágum varð Rósa Samuelsen vrakað av lokala valfelagnum men kom kortini á sambandslistan. Og í Suðuroy var eisini innanhýsis stríð í Javnaðarflokkinum um valevni.
Í hesum sambandi gjørdi Javnaðarflokkurin eina samtykt, sum sigur hvørjar mannagongdir skulu fylgjast, tá valevni flyta frá einum valfelag til annað. Sambært samtyktini hjá Javnaðarflokkinum skulu viðkomandi valfeløg vera samd um, at eitt valevni flytur úr einum felag í hitt, og flytingin skal samtykkjast av starvsnevndini.
Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum, sigur, at tað hevur stóran týdning, at lokalfeløgini eru uppstillandi myndugleiki, og at hesin leiklutur verður virdur og varðveittur.
- Um lokalu valfeløgini missa leiklutin sum uppstillandi myndugleiki, so missa tey sítt grundarlag, og tað hevði verið ein ólukka fyri demokratiið, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann heldur, at tað er beinleiðis skeivt, tá ein floksleiðsla yvirrular eitt lokalt valfelag.
- Eg meini, at tað er skeivt, at ovasta leiðslan yvirrular eitt lokalt felag. Styrkin í demokratinum er tætta sambandið við veljarnar, og her spæla lokalu valfeløgini ein stóran leiklut, sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum, Jóannes Eidesgaard.
Goymir uppgerð til eftir valið
Páll á Reynatúgvu sigur, at hann framvegis er partur av tjóveldisliðnum í valstríðnum. Ónøgdsemi við floksleiðsluna, nú Elis Poulsen er uppstillaður á tjóðveldislistanum, ætlar hann at goyma til eftir valið
Kendi útvarpsmaðurin, Elis Poulsen, er valevni fyri tjóðveldisflokkin, hóast valfelagið í Sandoynni vrakaði hann á uppstillingarfundi. Lokala valfelagið valdi bara at hava eitt valevni fyri at styrkja um møguleikan at fáa mann á ting.
Men feløgini í Eysturoy og Norðoyggjum valdu eftir áheitan frá floksleiðsluni at stilla Elis Poulsen á vallistan.
Páll á Reynatúgvu sigur seg undrast yvir, at ein limur í Sandoyar Tjóðveldisfelag verður settur á valevnislistan, eftir at ein greiður meiriluti á uppstillingarfundi hevur vrakað viðkomandi.
- Eg havi biðið floksleiðsluna um eina frágreiðing. Flokkarnir byggja á reglur og lógir, og tað sama gera valfeløgini. Og tað hevur stóran týdning, at reglurnar vera fylgdar, og at lokal feløg og leiðslur virða hvønn annan, sigur Páll á Reynatúgvu. Og henda virðing haltar, tá eitt vrakað valevni sleppur á listan kortini, heldur hann.
- Tað er týdningarmikið at øll eru líka stillaði, tá tað snýr seg um at koma upp á listan. Og í hesum førinum er eitt valevni komið á listan uttan at verða valdur á uppstillingarfundum.
Men hóast sandoyartingmaðurin hjá Tjóveldi undrast um hetta mál, ætlar hann ikki, at hetta skal ávirka valstríðið.
- Eg eri ein partur av liðnum og havi fingið stórt álit frá Sandoyar Tjóðveldisfelag. Hetta álit ætli eg ikki at svíkja, sigur Páll á Reynatúgvu, sum fekk 43 atkvøður á upptstillingarfundinum, har Elis Poulsen fekk 10 og varð vrakaður.
Uppílegging í lokalt ábyrgdarøki
John William Joensen, formaður í Norðoyar Sambandsfelag, sigur at floksleiðslurnar leggja seg út í ábyrgdarøki hjá lokalu feløgunum
Norðoya Sambandsfelag ætlaði ikki at hava ov nógv valevni á listanum, men fingu boð frá floksleiðsluni um at hava fleiri valevni. Hesi boðini vildu tey tó ikki lýða, og trý valevni eru á sambandslistanum úr Norðoyggjum.
- Eg rokni við, at øll feløgini hava havt líknandi stríð, men eg eri bara so opinskáraður at eg tori at siga tað.
- Vit vildu eisini fegin hava javnstøðu á listanum og ynsktu at hava eina kenda kvinnu við. Vit tosaðu tí við sambandsfelagið í Eysturoy, um tað var í lagið, at vit bóðu Frígerð Heinesen koma á okkara lista, greiðir John William Joensen frá.
Hann heldur tí ikki, at henda uppstillan kann samanberast við at Rósa Samuelsen og Elis Poulsen eru uppstillað uttan fyri teirra valdømi.
- Um Frígerð Heinesen var vrakað av Eysturoyar Sambandsfelag høvdu vit ikki sett hana á listan. Vit høvdu ikki stilla hana upp upp á nakkan av felagnum í Eysturoy, sigur John William Joensen, sum staðfestir, at størsti trupuleikin er, at bæði Rósa og Elis eru uppstillað uttan at vera vald á uppstillingarfundum.