Økisferðavinnan í fokus

Eini stórhundrað fólk vóru á evnisdegi, sum Ferðaráð Føroya skipaði fyri í Norðurlandahúsinum fríggjadagin

Eini stórthundrað fólk vóru á innbodnum evnisdegi um økisferðavinnu í Føroyum, sum skipað varð fyri í Norðurlandahúsinum fríggjadagin.
Ferðaráð Føroya skipaði fyri tiltakinum, sum lýsti økisferðavinnuna við fyrilestrum og kjaki.
Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráð Føroya, sigur, at ongar nýggjar ætlanir sum so vórðu lagdar fram á hesum fundinum. Tær ætlanir, sum eru fyri ferðavinnuna í ár, eru longu lagdar og lýstar úti í heimi eins og her heima hjá okkum sjávlum, sigur hann.
Á evnisdegnum vóru fyrilestrar hildnir av fólki, sum hevur tilknýti til økisferðavinnu. Bæði frá økisferðavinnufeløgunum, kunningarstovunum, eins og eisini fólk frá Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag høvdu framløgur, sigur Heri Niclasen.
Og tað er júst náttúran, sum í stóran mun verður brúkt at fáa fremmand ferðafólk hendanveg at vitja. Heri Niclasen sigur, at í mun til undanfarin ár, er ikki tað stóra gjørt av broyting í marknaðarføringini.
?Vit koyra upp á tað traditionella. Tó var á evnisdegnum okkurt nýtt at frætta um eina verkætlan, ið Ferðaráðið saman við Fornminnissavninum skipaði fyri, sigur hann.
Í dansistovuni í Norðurlandahúsinum varð hendan dagin greitt frá tiltakinum »Sagas & Storytelling«, har dentur verður lagdur á at samskipa fornminni og ferðavinnu soleiðis, at søgur, sagnir og støð, sum vit kenna frá eitt nú Føroyingasøgu eins og nýggjari søgu verða víst fram fyri fremmandum ferðafólki.
Teirra millum, sum høvdu framløgu á evnisdegnum í Norðurlandahúsinum var eisini leiðarin á kunningarstovuni á Sandi. Og sum Sosialurin skilir á øðrum keldum, sum hava við vinnuna at gera, eru júst á Sandi spennandi ting við at henda í samband við útgrevstur, sum hevur verið og framhaldandi væntandi verður í bakkanum Heima á Sandi.
Har eru, sum skilst, komin ting undan kavi, sum kunnu fara at vísa seg at órógva verandi søgukunnleika okkara eitt sindur. Og tað er í sær sjálvum sera spennandi sum ferðavinnumál.