Í 1973 var táverandi amerikanski uttanríkisráðharrin, Henry Kissinger, í Beijing og tosaði við kinesiska leiðaran Mao um ymisk handilsviðurskifti landanna millum. Undir samráðingunum kom Mao við einum tilboði:
-Tygum vita, at Kina er eitt sera fátækt land. Vit hava ikki so nógv. Men tað er eitt, sum vit hava ov nógv av, og tað er kvinnur. So vilja tygum hava tær, kunnu vit lata tygum fáa nakrar túsund ella nakrar tíggjutúsund, segði Mao sambært einum skjali, sum hevur ligið í skjalagoymsluni hjá amerikanska uttanríkisráðnum, men sum almenningurin nú hevur fingið atgongd til.
Kissinger svaraði ikki beinanvegin, og nakrar minuttir seinni vendi Mao aftur til evnið:
-Vilja tygum hava okkara kvinnur? Vit kunnu senda tykkum tíggju milliónir, segði hann við amerikanska uttanríkisráðharran. Kissinger váttaði at hava fingið eitt betri tilboð, og Mao svaraði:
-Vit hava alt ov nógar kvinnur. Tær føða børn, og vit hava ov mong børn.
-Hetta tilboðið er so óvanligt, at vit noyðast at kanna tað gjølla, svaraði Kissinger sambært skjalinum.