KITTIÐ, IÐ FÆR ALT AT HANGA SAMAN

Av teimum 40.000 skótunum á jamboree'ini eru 7000 vaksin fólk, ið taka sær av øllum tí praktiska, so sum mati, virksemi, reingerð, renovatión, flutningi og so framvegis.

Tíðindi frá skótajamboree

20070805/DRH

 

 

Tænastuliðið er samansett av fólki frá londunum, haðani luttakandi skótarnir eru. Í tænastuliðnum eru 6 føroyingar. Bogi úr Havn hevur eitt virksemi saman við Patrik úr Sveis og Erik úr Hollandi, sum býr í Hongkong. Tummas, Trygvi og Regin, sum eisini eru úr Havn hava eitt annað virksemi sjálvir. Bæði virkseminini snúgva seg um at fyribyrgja happing og at skapa virðing millum fólk. Bogi heldur fyri, at "tænastuliðið er kittið, ið fær alt at hanga saman". Umframt hesar eru eisini Steinar og Pauli í tænastuliðnum.

Teir fáa bólkar við einum 15-20 ungum í senn, sum arbeiða við eyðkennunum fyri happaran og tann happaða. Regin, letur at, at tey ungu eru glað fyri at viðgera hetta evni, tí øll kenna til happing á onkran hátt. Virksemið endar við, at øll geva eitt lyfti til sín sjálvs, um hvussu tey vilja virka við til at gera heimin til eitt betri stað at vera.

Føroysku leiðararnir í tænastuliðnum búgva á leguøkinum hjá teimum vaksnu. Grannarnir eru úr Chile og Belgia. Tá ið tei hava frí, práta teir við aðrar leiðarar, hyggja inn á internetkafe'ina ella eru við til fótbóltskappingina, ið er millum ymsu tænastuliðini.

Føroyingarnir ið tænastuliðnum hava sum allir aðrir goldið fyri at sleppa á Jamboree, umframt at teir brúka 3 vikur av frítíð síni til ferðina; men kortini eru teir á einum máli um, at teir vilja mæla øðrum skótum til at fara við í tænastuliðið um tey fáa høvið.

 

 

GILWELL PARK - SKÓTAVIRKSEMI ÚT UM TAÐ VANLIGA

Bæði føroysku liðini hava verið á Gilwell Park til virksemi út um tað vanliga. Munin fór sunnudagin 5. august til Gilwell Park og Hugin var har longu 1. august.

Gilwell Park var upprunaliga latið til skótarørsluna, sum gáva, fyri at børn og ung úr London skuldu hava eitt frístað uttan fyri býin, har tey kundu íðka skótaítrottina. Tað var bókaútgávumaðurin MacLaren, ið gjørdist varugur við tørvin og sum síðani keypti harragarðin við tilhoyrandi lendi og lat skótunum alt til ognar.

Økið verður framvegis nýtt til endamálið, ið tað var keypt til: virksemi hjá skótunum. Maria av Oyri royndi klatriveggin, sum stendur í parkini og lat at, at hetta var ein avbjóðing!

 

Annars var var eisini møguleiki fyri prenti, brennimerking, fjallasúkling og vatnskreiðing umframt hopin av øðrum virksemi.

 

 

Gilwell Park gjørdist eisini heimstað fyri skotaleiðara útbúgvingina, ið byrjaði í 1919. So við og við gjørdist talið av skótaleiðarum so stórt, at tað ikki var møguligt at fáa allar til Gilwell Park á skeið, og tí verður nú skipað fyri Gilwell útbúgvingin hjá einstøku skóta-samskipanunum runt í heiminum. Til minnis um gevaran, bera allir skótaleiðarar, ið hava gjøgnumført Gilwell-útbúgvingina eitt turriklæð, við einum lítlum toypetti av serstaka skotska mynstrinum hjá MacLaren.