Tað er ikki á hvørjum degi, at tað frættist um samstarv millum føroyskar fyritøkur og fyritøkur í so fjarskotnum landið sum Tasmania.
Men, fyritøkan JT electric á Kambsdali sendi á vári í 2014 ikki færri enn 100 aliljós til eina framkomna alifyritøku í fjarskotnað landinum.
- Hesi alarin - www.huonaqua.com.au - keypti fyrst 80 aliljós úr Føroyum. Tað vísti seg, at tá ein herviligur stormur gjørdi um seg í økinum, vóru aliljósini hjá okkum tey einastu sum hildu.
Tað segði Rúni Petersen, framleiðsluleiðari hjá JT electric, við In.fo fyri hálvum øðrum ári síðan.
- Vit sendu tey seinnu 100 ljósini avstað í apríl í 2014, og flutningurin tók níggju vikur. So fyrst í juli 2014 fingu tey ljósini í Tasmania og settu tey upp beinanvegin.
Í hesum døgum eru so umboð fyri eina aðra fyritøku á Kambsdali - KJ Hydraulik - á eini kunningarferð í Tasmania. Ferðin er við stjóranum, Ólavi Asafssyni Olsen, á odda.
Viggo Johannesen, søluleiðari hjá KJ Hydraulik, sigur við In.fo í dag, at ørindini hjá KJ-umboðunum í Tasmania ikki eru so ítøkilig.
- Men, okkara fólk eru farin yvir við opnum sinni at hyggja eftir, hvat vit kanska kunnu brúka veitarar í landinum til, og um vit møguliga hava okkurt, sum tey kunnu brúka, sigur sølustjórin.
Hann vísir á, at í løtuni hevur KJ einki samstarv við Tasmania, og hann heldur tað vera óhugsandi, at fyritøkur í so fjarskotnum landi kundu hugsast at keypt alibát úr Føroyum.
- Men, nú fáa vit at síggja, hvat kemur burtur úr hesi kunningarferðini, sigur Viggo Johannesen, sum leggur aftrat, at KJ millum ár og dag eisini framleiðir nógvar aliringar á Eiði.
In.fo kann leggja aftrat, at høvuðsvirksemi hjá KJ Hydraulik framvegis í dag er, sum navnið sigur, hydraulikkur, har ein stórur partur av arbeiðnum er umvælingar og dagføringar.