FIFA mælir til at HM í Qatar í 2022, skal leikast um veturin. Orsøkin er, at hitin um summarið í Qatar, er ov høgur til at spæla fótbólt.
Hetta hevur skapt blandaðar reaktiónir, har fleiri tó eru ímóti hugskotinum hjá FIFA, enn við uppá hugskotið.
Men tá HM nú er lagt í Qatar, er tað so ikki skeivt at leggja kappingina í juni/juli mánað, tá hitin um dagin ofta nærkast teimum 50 gradunum? Og tá miðal hitin í landinum er á leið 42 hitastig.
Niðanfyri eru tit vælkomin at kjakast um, hvørt tað er rætt ella skeivt, at HM í 2022, verður spælt í november og december.