Fyrrverandi norski fiskimálaráðharrin, Jan Henry T. Olsen, helt fyri nøkrum árum síðan ein fyrilestur í Norðurlandahúsinum um fisk og olju. Í gongini undan fyrilestrinum prátaði hann við nøkur tíðindafólk og segði, at hann fyrr hevði starvast sum tíðindamaður. Eitt av tíðindafólkunum vildi vita, hví hann fór upp í politikk. Hann svaraði, at hann gjørdist troyttur av at hava betri svar upp á sínar egnu spurningar, enn politikararnir høvdu. Tí helt hann seg kunna gera mun í politikki.
Ert tú tíðindafólk, samfelagsfrøðingur ella bara íðin politiskur kjakari, er lopið ikki so langt yvir í politikk. Hetta vísir seg eisini, nú løgtingsvalið nærkast. Journalistarnir Øssur Winthereig, Ingolf S. Olsen, Jústinus Eidesgaard og Rigmor Dam hava øll boðað frá, at tey vilja inn á ting. Kjakarin Dávid Isfeld, samfelagsfrøðingurin Jóanes N. Dalsgaard, javnstøðuforsprákarin Kristianna W. Poulsen og skribenturin Hanus Samró liggja somuleiðis framvið at gerast tinglimir á næsta vali.
Hvussu góðar møguleikar hesi átta hava at verða vald, er vónleyst at spáa um, men ein sannroynd er tað, at tey, sum fyrr hava roynt lopið av almenna kjakpallinum yvir í politikk, ofta hava havt eydnuna við sær. Eitt nú Høgni Hoydal, John Johannessen og Bjørt Samuelsen eru dømi um hetta. Fólk, ið fáast nógv við samfelagsmál og kjak, hava ofta tann fyrimunin fram um fleiri onnur, at tey duga væl at skriva og tosa. Tey vita eisini, hvussu tey skulu brúka fjølmiðlarnar og gerast sjónlig.
Politiska innihaldið
Men skapa kend andlit og spískir pennar góðar politikarar? Krevst ikki, at valevnir hava greið politisk sjónarmið? Soleiðis spyrja veljararnir sjálvandi, og higartil hava teir fingið ávísar ábendingar um, hvat tey átta vilja. Øssur Winthereig, Ingolf S. Olsen og Dávid Isfeld hava kunngjørt, at teir taka undir við stevnuni hjá Tjóðveldi. Jóanes N. Dalsgaard og Kristianna W. Poulsen stilla upp fyri Sjálvstýrisflokkin, Rigmor Dam fyri Javnaðarflokkin, Hanus Samró fyri Fólkaflokkin og Jústinus Eidesgaard fyri Sambandsflokkin.
Við at kjósa sær flokk at hava øll sett seg í politiskan bás. Summi halda, at hetta er óheppið at gera, um tú ert journalistur ella eygleiðandi samfelagsfrøðingur, men soleiðis er fólkaræðisliga frælsið. Einum og hvørjum er loyvt at bjóða seg fram at stýra landinum, eisini journalistum og samfelagsfrøðingum. Um hesi so hava nakað nýtt at geva politisku skipanini, er ein annar spurningur. Ingolf S. Olsen hevur sagt, at um hann kann byggja brýr millum arbeiðsfólk og akademikarar í Tjóðveldinum, so hevur hann gjørt mun.
Jústinus Eidesgaard tykist hava valt sær sum høvuðsmál at geva fólki bíligari ferðaseðlar út í heim, um so landskassin má bera kostnaðin. Øssur Winthereig er tjóðskaparmaður, men ikki nakar stívrendur nationalistur, segði hann á Doktaragrund á ólavsøku. Føroyska flaggið skal í húnar hátt við ST-høvuðsborgina í New York, segði hann eisini. Dávid Isfeld væntar ikki at fáa fullveldi í morgin, men um tvey ár, hevur hann sagt. Kristianna W. Poulsen er ímyndin um javnstøðumál og fer heilt vist at stríðast fyri javnstøðu, verður hon vald.
Rigmor Dam hoyrir heima á humanistiska vinstravonginum og hevur nevnt, at meðan hini stríðast um loysingina, ætlar hon sær at byggja land. Skálafjarðartunnilin skal vera ein almenn verkætlan, ið fíggjar Sandoyartunnilin og aðrar tunlar, heldur hon. Eisini skulu sjóvegis og loftvegis farleiðirnar millum Føroyar og útheimin vera almennar og ferðaseðlarnir so bíligir sum gjørlig. Tolsemi og javnstøðu ber hon í sínum skjøldri, og pengagrískir peningastovnar skulu ansa sær at hækka gjøld og rentur, um hon er í nánd.
Taka politikk í álvara
Jóanes N. Dalsgaard hevur mangan mett um politisku støðuna í fjølmiðlunum og viðhvørt eisini havt boð upp á loysnir. Nú vil hann inn á ting við sínum loysnum, og spennandi verður at síggja, hvussu ætlanin fer at eydnast. Hanus Samró er ein spírandi ungdómspolitikari í ungmannafelagnum hjá Fólkaflokkinum, HUXA. Hann skrivar væl og hevur greiðar meiningar, eisini meiningar, ið ganga beint ímóti fatanunum í tí meira konservativa móðirflokkinum. Og hann vil verða tikin í álvara.
Í samrøðu við ungdómsblaðið Mess varð Hanus Samró spurdur í mai 2010, hví fólkafloksungdómur altíð er so uppsnollaður á myndum, sum HUXA brúkar. Vilja tey øll líkjast arrogantum ríkmannabørnum, spurdi Mess. Nei, svaraði Hanus Samró og legði aftrat:
»Sum ungmannafelag hevur tað týdning, at vit ikki sita í reyvasíðum buksum og nalvablus við Britney Spears á bringuni. At fáast við politikk er týdningarmikið, og vit vilja útstrála virðing og seriøsitet.«
Fleiri eru sostatt valevnini, ið vilja verða tikin í álvara, og verða hesi nevndu vald, kann væntast, at tey fara at síggjast og hoyrast minst líka nógv, sum tey hava verið at sæð og hoyrt higartil. Spurningurin er so, hvør skal greina politiska spælið av síðulinjuni, tá bæði spyrjarar og greinarar verða partur av politiska valdinum og fara at teljast millum teirra, sum skulu spyrjast og greinast. Men kanska svarini verða betri, eins og Jan Henry T. Olsen helt, at tey gjørdust, tá hann varð valdur.