- Samskiftið er meira óformelt á samskiftismiðlunum. Tað ger, at fleiri borgarar tíma at luttaka. Borgarin kann ávirka í einum óformellum rúmi. Tað kann bara stimbra eitt demokratiskt samfelag.
Tað heldur Høgni Reistrup, miðlaserfrøðingur.
61 prosent av føroyingum hava vangamynd á Facebook, har mest sum øll geva sína meining til kennar um samfelagsviðurskifti. Orðaskiftini eru almenn, og øll kunnu luttaka. Øll verða hoyrd.
Borgarar tóku ikki lut á sama hátt, tá bløðini hýstu almenna kjakinum. Formelli framferðarhátturin fekk fleiri at setast aftur. Nú eru munandi lættari at trína innum, og tað er stimbrandi fyri eitt fólkaræði, heldur miðlaserfrøðingurin.
- Kjakið er meira rúmligt, og fleiri sjónarmið koma fram í ljósið, sigur hann.
Taka við læru
Orðaskifti á samskiftismiðlum er eitt lutvíst nýtt fyribrigdi. Royndirnar við orðaskifti, har orðið er frítt, eru fáar, og tað hevur eisini sermerkt kjakið higartil. Nógvar ófantaligar og ósømiligar viðmerkingar hava verið, tað er skjótt, at ógrundaðar ákærur verða fluttar fram, og kjakið verður samstundis óskipað.
Skrivi- og talufrælsið er eisini galdandi á Facebook. Høgni Reistrup vísir kortini á, at vit eru enn á byrjunarstigi og læra av royndum.
- Tað er skjótt, at kjakið verður ófantaligt, tá eingin hevur ábyrgd av tí. Har eru eingir beinleiðis karmar, tí orðið er frítt. Tað er gleðiligt, at hesin etiski spurningurin hevur tikið seg upp nú í kjalarvørrinum av kjakinum um pedofili. Karmarnir, hvat tú kann taka tær fyri og ikki, taka skap við tíðini, og øll taka við læru, heldur hann og skoytir uppí, at hetta er ikki serføroyskt, hetta er galdandi allastaðni.
Tignin tann sama
Tað er ofta, at útvørpini, sjónvarpið og bløðini finna søgur á Facebook. Dømi eru, tá Kári á Rógvi, fyrrverandi formaður í Sjálvstýrisflokkinum, rópti danska forsætisráðharran fyri eitt r-hol, tá Levi Mørk flutti fram fasistisk sjónarmið og gav muslimum skuldina fyri bumbuatsóknina og hópdrápið í Oslo, tá Helgi Abrahamsen metti tað vera átaluvert, at aðalstjóri var til politiskt mótmælistiltøk, og tá Jóna Mortensen strikaði sína vangamynd.
- Tað, sum politikarar skriva á Facebook, skal takast í størsta álvara, og tað er sjálvandi ein søga, um politikarar gera vart við seg við meiningum. Mín sannføring er, at tignin á lesarabrævi og Facebook er tann sama. Einasti munurin er, at kjakið gongur í størri mun fyri seg á samskiftismiðlunum og fer bara at vinda upp á seg, sigur Høgni Reistrup.