KJAKFUNDUR
- Vit hoyra ofta, at børn aðrastaðni fara í skúla, langt áðrenn okkara børn fara í skúla. Fólkaskúlalógin sigur, at í Føroyum skalt tú í skúla í tí kalendaraárinum tú fyllir 7 ár. Men, hvat er tað, sum ger, at okkara børn skulu so seint í skúla í mun til onnur lond, spyr Tjóðveldi, sum í annaðkvøld skipar fyri kjakfundi í Miðlahúsinum í Havn um evnið.
Hvat meinar sálarfrøðin, hvat meina lærarar og pedagogar og feløgini, og hvat meinar tú um hetta evni? Er tiðin búgvin at gera broytingar, og er tað neyðugt?
Við pallborðið koma at sita:
• Heri Kragesteen, sálarfrøðingur
• Jónleif Johannesen, lærari og skrivari í Føroya Lærarafelag
• Annika K. Joensen, Leirvík, lærari og lesivegleiðari
• Jógvan Philbrow pedagogfelagið
• Maud Wang Hansen, pedagog, Tórshavn
• Tony Strøm, Hoyvík, lærari og lesivegleiðari
Annita á Fríðriksmørk verður orðstýrari.