Kjakið vakti nakrar tankar

Jóan Petur á Stongunum er ein av 400 innsavnarunum hjá Reyða Krossi.

Millum tey mongu fólkini, ið møttu í hølunum hjá Reyða Krossi á Bryggjubakka í morgun, tá landsinnsavningin hjá hjálparfelagsskapinum byrjaði, var havnarmaðurin Jóan Petur á Stongunum.


Jóan Petur á Stongunum segði, at tað var nógva kjaki um flóttafólk síðstu dagarnar, ið var ein av orsøkunum til, at hann meldaði seg til sum innsavnara.


- Nógva kjakið um flóttafólk síðstu vikurnar vekir nakrar tankar, so tað er fínt, at man kann gera ein mun. Eg sá at tey manglaðu innsavnarar, so vit meldaðu okkum til.


Hetta er fyrstu ferð, at Jóan Petur á Stongunum og døturnar eru við í innsavningini hjá Reyða Krossi.


- Hetta er fyrstu ferð, at vit taka lut í landsinnsavningini, men tað kann gott vera, at hetta verður eitt afturvendandi familjutiltak. Tað er jú týdningarmikið at leggja nakað gott í børnini.