Kjaktingið í Vágsbotni

Kári á Rógvi
????
Fyri stuttum lat miðlahúsið hjá Sosialinum upp í Vágsbotni í Havn, har handilsvinna hevur verið síðani Ryberg var á døgum.
Fremsta eldsálin aftan fyri ný- og umskapanina av Sosialinum er ábyrgdarblaðstjórin Jan Müller. Jan las í ungu døgum sínum fornaldarfrøði, og sum fornaldarfrøðingur veit Jan nógv um viðurskiftini í gamla Grikkalandi. Býir sum Athen høvdu ikki nógv fleiri fólk enn Føroyar hava í dag, men gjørdust kortini ríkir í valdi og vælferð og slóðbrótandi á so mongum økjum.
Hvat var tað tá, sum gjørdi at griksku smálondini megnaðu at laga seg til skiftandi tíðir, síggja broytingar sum abjóðingar heldur enn hóttanir og at skipa seg væl bæði inneftir og úteftir?
Jú, tað var dialogurin, kjakið, tann almenna debattin, har øll hvødu eina rødd, og embætismenn noyddust at grundgeva alment fyri sínum loysnum, og har hugskot brýndust í kjakandi meldrinum.
Tilvildin kann gera sítt, summi lond eru vælsignað við einstaklingum, ið frá forsjónini hava fingið fleiri talentir enn onnur; men tað kann ikki bert vera tilvild, at Athen fostraði Sokrates, Platon og Aristoteles hvønn eftir annan umframt so mangar aðrar. Heldur var tað umhvørvið við kjaki, útbúgving og fólkaræði, ið lat teir sleppa at mennast.
Var samfelagið minni ment, vóru teir kanska noyddir at gera okkurt annað enn at analysera og kjakast. Var samfelagið meiri afturlatið, høvdu teir ongantíð skrivað tankar sínar niður og útgivið teir, men heldur hildið seg og tankar sínar innandura í embætishallum.
Ikki tí, Athen hevði sínar feilir. Vit kunnu í dag harmast um, at kvinnurnar ikki sluppu framat - hvør veit um ikki enn størri verk tá vórðu skrivaði? - Og Athen slapp tá kanska undan ov nógvum almennum prestisjubyggjaríi og ov nógvum kríggi?
Men lat tað liggja nú. Eftir stendur, at lítið land saktans kann megna at hava somu funksjónir sum stór lond, og enntá gera skipanir, sum í øldir fara at finna virðing og undran hjá øðrum og størri londum.
Kjakið í Sosialinum kann kanska ikki enn metast saman við torgið í Athen, men tað er okkurt mennandi og spennadi við einum blaði, sum bæði vil upplýsa við tíðindum, ítrótti, persónslýsingum og skipa fyri debatt - nú eisini Trapputingi - har gløgg høvd eins væl og fólk við prógvi frá lívsins skúla, kunnu kjakast og geva almenningi innlit. Fyrsta bókin við greinum av Tinghelluni ber boð um hetta, og vit kunnu bert gleða okkum, um henda bók verður afturvendandi siðvenja.
Tá fornfrøðingar einaferð fara at kanna, hví Før-oyar vóru so dynamiskt og væl tillagað samfelag í 21. øld, fara teir helst at siga, at millum orsøkirnar var tað akademiið, tað umhvørvið við upplýsing og kjaki, sum Sosialurin og Jan Müller skapaðu.
Tillukku tit øll somul á Sosialinum við nýggja miðlahúsinum!