Nevndin hevur skipað seg soleiðis:
Dánjal Joensen, Kollafjørður, formaður. Birgir Waag Høgnesen, Vestmanna næstformaður. Niels Petersen, Hvalvík, skrivari. Hjørleif T. Hansen, Tjørnuvík, Jógvan Mørkøre, Hósvík og Árni Mortensen, Skælingur eru nevndarlimir.
Ársaðalfundurin hjá Norðstreymoyar Javnaðarfelag samtykti eisini eina lógarbroyting, sum ber í sær, at felagið hevur eina sokallaða »standandi uppstilling« til løgtingsval. Hetta ber í sær, at seinasti listin er galdandi, so leingi tey, sum standa á honum ikki taka seg av, ella formaðurin fær skriv um nýtt navn/nøvn til listan.
Eftir hesi samtykt, eru teir sokallaðu uppstillingarfundirnir farnir í søguna.