Føroya Skúlabókagrunnur fór í 2010 undir at endurskoða landalærutilfarið. Í hesum sambandi varð serliga hugt at einasta føroyska atlasinum, “Heimsatlas”, sum kom út í 1993. Skipað varð fyri fundi í Miðlahúsinum 19. mai 2010 at fáa ymiskar áskoðanir fram og at leggja eina opna linju viðvíkjandi arbeiðnum. Vit gleðast um kjakið, sum hevur verið síðan. Vit fara við hesum skrivi at lýsa arbeiði okkara higartil og á hvat, tað er grundað.
Kanningarumfarið
Eftir at hava kannað marknaðin væl og virðiliga, er gjørt av at taka av tilboði frá forlagnum Harper Collins. Avgerðin byggir á innihald, málbólkin, sum er serliga framhaldsdeild og miðnám umframt til privata nýtslu.
Innihaldið
Talan er um bókaverk, sum er 248 blaðsíður, sum verður heilt øðrvísi enn útgávan frá 1993, sum taldi 98 blaðsíður. Føroyski parturin er 30 blaðsíður, so rúm verður fyri fleiri nýggjum evnum og kortum. Í tí sambandinum verður samastarvað við almennar stovnar t.d. Jarðfeingi um jarðfrøðikort.
Eins og øll onnur skúlaatlas, ið eru á marknaðinum, byrja vit við heimlandinum. Føroyar eru endurgivnar í stødd 1:100.000, og lidnu kortini eru keypt frá Kort- og Matrikelstyrelsen í Keypmannahavn. Næstu grannalond okkara fáa hesa rúmd: Danmark í stødd 1:1.250.000, Ísland 1:1.400.000, Noreg, Svøríki og Finnland 1:3.000.000, Grønland í stødd 1:10.000.000. Ein nýgjørd opna, tvær blaðsíður, fer at varpa ljós á Keypmannahavn og Oyrarsundsøkið, har evnið er samskifti, lendi, ídnaður, inn- og útflutningur. Sama kortaslag fer at lýsa Rotterdam-Europoort og Dublin. Tey lond, sum hava serliga stóran leiklut í altjóða samfelagnum, t.d. Kina, USA, Russland og Miðeystur, verða tikin meiri fram. Nógv verður gjørt burtur úr Miðeysturi og serliga Ísrael fyri at síggja, hvussu bústaðarmynstur eru, hvussu atgongdin er til vatn og olju, og at Jerusalem er høvuðsstaður fyri tríggjar heimsátrúnaðir.
Nakrar høvðusleiðreglur
Nýggjar útgávur byggja á undanfarnar. Tær leiðreglur, sum vórðu nýttar í Heimsatlasinum frá 1993, stóðu í formælinum og eru stutt lýstar hesar:
“Høv, flógvar og víkir, firðir og sund, fjøll, nes og høvdar, vøtn áir og oyðimerkur og tílíkt eru føroyskað. Landanøvn eru føroyskað, men bara heilt fá býarnøvn.”
Eins og í Heimsatlasinum verður latínska stavraðið nýtt í nýggju útgávuni.
Í samstarvi okkara við Harper Collins, hava vit lagt okkum eftir at brúka teirra leiðreglur, tá talan er um skúlaútgávur, sum verða fluttar í annað mál enn enskt, nevnt ”the language of the product”, tað er í okkara føri føroyskt. Ensku leiðreglurnar, sum fevna øll lond heimsins, sum samstarva við Harper Collins, eru hesar:
The fundamental principle is that the main name for a single-nation feature is normally given in the local language of the country it lies in.
The following types of feature, however, are named in the language of the product as the main name, rather than the local language of the area concerned
Countries. Dependent territories. Disputed territories.
Continents, and subcontinental zones where needed.
Oceans, and parts of oceans.
Sea names outside any nation’s sovereignty, or shared between nations.
Undersea features in international waters.
International features on land, such as rivers, lakes, mountain ranges and physical areas which cross national borders.
Mountain peaks and passes which occur on international borders.
All features in Antarctica, meaning the area covered by the Antarctic Treaty.
The Equator, Arctic Circle, the Poles etc.
Descriptive terms such as ‘Dam’, ‘Tunnel’ ‘Caves’, etc. in non-English speaking countries.
?(Harper Collins: Foreign Atlas Principles 2010)
Samanumtikið
Nøkur staðanøvn vórðu týdd í Heimsatlasinum. Hetta varð gjørt í samstarvi við Málnevndina, og sami leistur verður brúktur aftur. Málnevndin hevur á heimasíðu síni havt fullfíggjaðan navnalista frá útgávuni í 1993, sum so hvørt hevur verið dagførdur. Umframt Málnevndina, verður eisini samstarvað við Staðarnevndanevndina og Málráðið, sum fer at koma, um høvðusleiðreglur fyri nøvnum í nýggju útgávuni, grundaðar á tilfarið frá Harper Collins og navnalistan frá Heimsatlasinum.
Týðarasáttmáli er skrivaður. Týðari er Erla Olsen, PhD í lívfrøði, við sergrein í niðanjarðar vistfrøði og veðurlagsbroytingum, og tað arbeiðið er eftir ætlan liðugt 1. apríl. Handritið fer tá til fakliga, innihaldsliga og málsliga viðgerð.
Fylgibólkur er settur við lærarum í landalæru í øllum skúlaskipanum okkara. Í fylgibólkinum eru Rúni Bjarkhamar - lærari í Felagsskúlanum á Oyrarbakka, Annika A. Nielsen – lærari í Studentaskúlanum og Mikkjal Mikkelsen lærari á Føroya Læraraskúla.
Umframt sjálva bókaútgávuna er talan um umfatandi talgilt tilfar, sum fellur saman við sjálvari bókaútgávuni. Tað merkir, at øll kort í nýggja heimsatlassinum skulu kunna takast fram á samvirknu talvunum í øllum skúlum okkara. Gongst sum ætlað, verður útgávan klár á vári í 2012.
Fyrsti fundur við Málnevndina og Staðarnavnanevndina er avtalaður.