Kjartan farin úr fiskinum í oljuna

Nevndarformaðurin í nýggja føroyska oljufelagnum Atlantic Petroleum Kjartan Hoydal roknar við, at hansara drúgvu royndir í sambandi við fiskivinnusamráðingar koma honum til góðar, nú nevndin er farin til verka

Einaferð var hann mætasti embætismaður í Føroyum, fyrrverandi fiskivinnustjórin í Tinganesi Kjartan Hoydal.

Men so fór hann í farloyvi, og fyri kortum var hann valdur formaður í nevndina fyri fyrsta føroyska, privata, oljufelagið Atlantic Petroleum, sum ? um tað mesta gongur, sum tey flestu rokna við ? skjótt kann fáa Fiskavirking og Fiskasøluna at síggja út sum smáfyritøkur.

Og onki bendir á, at Kjartan ætlar sær aftur í Tinganes í bræði.


4 ár aftrat

? Eg havi farloyvi úr Tinganesi inntil ár 2000. Men eg havi boðað frá, at eg møguliga søki um at fáa longt farloyvi fýra ár aftrat, sigur Kjartan Hoydal, sum í løtuni júst er staddur í Íslandi. Hann virkar nevniliga sum stjóri í Norrønum Atlantssamstarvi ? eisini kallað NORA.

Men hvussu ber tað til, at Kjartan Hoydal, sum fyrst og fremst hevur gjørt vart við seg í fiskivinnuumsitingarligum høpi, nú skiftir hest og fer í oljuna?

? Eg fekk eina áheitan frá teimum, ið hava tikið seg saman at gera føroyskt oljufelag, um eg vildi koma við í nevndina. Og eg haldi, her eru nógv spennandi perspektivir í eygsjón. Hetta er ein kjansur hjá føroyskum vinnulívi at koma beinleiðis við í oljuvinnuna. Vanligi tankin hevur annars altíð verið, at vit kundu í besta føri vera við í frálandavinnuni, meðan vit ongan kjans høvdu, tá tað snúði seg um at leita eftir og útvinna olju, sigur Kjartan Hoydal.


Samstarv neyðugt

Nevndarformaðurin í føroyska oljufelagnum dylir tó ikki fyri, at neyðugt verður hjá felagnum at fara í samstarv við okkurt av teimum stóru útlendsku oljufeløgunum, sum hava áhuga at bora eftir olju undir Føroyum.

Tær 25,5 mió. krónurnar, sum higartil eru fingnar í partapeningini eru eisini reinir smápengar í oljuhøpi. Og hóast málið er at selja partabrøv fyri 30 milliónir til áhugaðar føroyingar, so verður tó framvegis neyðugt við samstarvi.

Í fyrstu syftu er málið at fáa fólk at tekna 10 milliónir krónur aftrat í partapeningi. So nú verður skjótt møguligt hjá øllum áhugaðum føroyingum at keypa partabrøv á einum virði heilt niður á 500 krónur.

Kjartan Hoydal vísir á, at føroyska oljufelagið verður rikið eftir reint handilsligum treytum. Hann er heldur ikki bangin fyri, at hetta privata oljufelagið fer at leggja fót fyri einum almennum føroyskum oljufelag.

Hann vísir til frágreiðingina hjá Oljuráðleggingarnevnd landsstýrisins. Sambært frágreiðingini er endamálið við einum føroyskum landsoljufelag eitt nú ?at byggja upp yrkisførleika?, ?at fáa fáa beinleiðis ávirkan á avgerðartilgongdina? og ?at tryggja verktøkur og arbeiðsmegi í landinum?.

? Eg dugi ikki at síggja nakra andsøgn millum eitt privat føroyskt felag, og tað, sum í frágreiðingini verður sagt at vera endamálið við einum føroyskum landsoljufelag, sigur Kjartan Hoydal.


Samráðingarnar telja

Hóast Kjartan nú at kalla skiftir fiskin út, so er hann ikki bangin fyri at glíða í oljuni.

? Í veruleikanum eri eg útbúgvin sum ein kvart geologur og ein kvart plantufrøðingur, sigur fiskifrøðingurin.

Sum embætimaður í Tinganesi var Kjartan Hoydal við til nógvar altjóða samráðingar. Og hetta kann hann dúva uppá.

? Hetta við at samráðast, tað er ikki tann stóri munurin, um tað so er um fisk ella olju, sigur hann.