Kjartan Hoydal: Opið bræv til løgtingið og landsstýrið

Demokratiska undirskotið í Føroyum hevur víst seg at vera stórt og vaksandi.

Fjølmiðlarnir hava avdúkað brot á allar fyrisitingarreglur, men eingin í landsstýrinum tekur ábyrgd, og samgongumeirlutin ger einki við málið. Hetta er óhaldbært, og vit mugu øll taka tøk, fólkaræðinum at frama.

Tingfólk, serliga í samgonguni mugu alment siga sína hugsan um hesar spurningar.

 

Vanliga havi eg ta fatan, at politisk orðaskifti ikki skulu vera um persónar, men um politisk mál. Málini og yvirskipaðu karmarnir um skilagott politiskt arbeiði, sum miða ímóti at loysa grundleggjandi trupulleikar í samfelagnum, dygg fyrisiting og virðing fyri demokratiskum reglum og rættartrygd hava týdning. Partapolitisk atlit og royndirnar hjá einstaklingum at verða afturvaldir hava minni áhuga.

 

Tað kunnu tó vera tíðir, har tað ikki ber til at halda hesa meginreglu. Júst nú eru vit í tílíkari tíð. Fyrisitingarliga óskilið og rumblið, sum hevur valdað, síðani núverandi samgonga tók við, krevur skarpari lút enn fólkaligar greiningar av málum.

 

Eftir kreppuna í nítiárunum lærdu føroyingar, hin harða vegin, hvussu langt eitt samfelag kann fara av leið, um einki vigar ímóti maktini. Vantandi javnvág og eftirlit við føroysku politisku skipanini var til almiklan skaða fyri samfelagið og fólkið í Føroyum.

 

Soleiðis nýtist ikki at vera.

 

Í nógvum londum eru skipanir, sum royna at tálma valdið hjá einum politiskum stovni. Onkustaðni tvey ting ella hús, sum bæði skulu samtykkja lógir. Eisini  dómstólar, sum kunnu taka upp lógaruppskot og politiskar avgerðir, um tey stríða móti stjórnarskipanini ella vanligum lógarsiði og rætti. Eisini er nógvastaðni møguleikin at leggja mál út til fólkaatkvøðu.

 

Einki av hesum finst í Føroyum enn, men í  uppskotinum  til nýggja stjórnarskipan, sum løgtingið hevur ligið á nú í nógv ár, eru skipanir og møguleikar at fáa betri eftirlit við politisku skipanini og møguleikar at tryggja minnilutum rættartrygd.  Løgtingið hevur ligið á hesum máli í nógv ár.

 

 

Vit vunnu valið, so nú ráða vit - tit taptu, so haldið tit kjaft!

 

Hetta varð hugburðurin í nýggju ABDH-samgonguni eftir valið í november 2011. Hetta varð sagt av leiðandi politikarum, og hetta hevur verið arbeiðslagið í fleiri, skjótum og skitnum politiskum avgerðum, sum eru settar í verk uttan virðing fyri greiniligari lýsing av málum og veruligum hoyringum. Hetta er prógv um stóra demokratiska undirskotið og vantandi demokratiska medvitið hjá teimum ráðandi.

 

Ein yvirlýsing frá norðurlanda yrkisfeløgunum fyri starvsfólk hjá tí almenna lýsir gongdina. Gongdin er ikki serstøk fyri Føroyar, men sæst í hinum Norðurlondunum og í ríku londunum yvirhøvur. Í yvirlýsingini verður støðan í Føroyum lýst soleiðis: 

 

 “Í Føroyum hava vit merkt fleiri álvarsamar broytingar seinastu tíðina. Ógvuslig skattabroyting við at undanskatta og seta í gildi felagsskatt fór fram í bráðum skundi og uttan stundir og vilja til greiningar og uttan atlit til tey hørðu mótmælini. Flatskatturin og minkaða skattainnkrevjingin bera í sær eitt skeivt býti og gera vælferðarsamfelagið og almenna geiran veikari......Nú uppliva vit beinleiðis avtøku av týdningarmiklum eftirlitsstovni og demokratiskar spælireglur verða lítilsvirdar”

 

Eitt annað dømi um, hvussu farið verður fram, er lógin um broyting í løgtingslóg nr. 13. frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, har vanlig rættartrygd kann verða sett til viks, um privat feløg eru nóg stór og forvinna so nógvan pening, at tað ikki verður hildið at vera møguligt at viðgera teirra viðurskifti eftir góðum fyrisitingarsiði. Áhugamálini hjá øðrum, sum ikki eiga so nógvan pening, mugu tá víkja. Hendan undirbrotligheitin hjá samgonguni fyri seráhugamálum er tess meira láturlig, tí hetta varð gjørt fyri at loysa ein trupulleika, sum partarnir í  málinum lættliga kundi loyst sjálvir.

 

 

Verandi stýrisskipanarlóg verður ikki hildin – skil er ikki á  landsstýris- og løgtingsarbeiðinum

 

Stýrisskipanarlógin frá 1996 royndi at fáa í lag javnvág millum lóggevandi og útinnandi valdið. Eftir gomlu stýrisskipanarlógini frá 1948 var eingin greiður skilnaður millum hesi bæði vald. Umsitingarligar avgerðir vóru í stórum tali tiknar í løgtingsnevndum, og ábyrgdin hjá landsstýrismonnum var kollegial, altso í felag. Sostatt var ringt at ábyrgda einstøkum landsstýris- ella løgtingsfólki  fyri politiskar avgerðir.

 

Men, sum tíðin er liðin, er løgtingið dottið aftur á gamla skeiva lagið, og tað sama er hent í landsstýrinum.

 

Greflig dømi um, at stýrisskipanarlógin ikki verður vird, eru fíggjarlógarviðgerðir, har fíggjarnevndin ikki virðir hinar løgtingsnevndirnar og heldur ikki politisku ábyrgdina hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum. Fíggjarnevndin broytir ofta sjálv í fíggjarlógini. Tað rætta er sjálvandi, at fíggjarnevndin sendir fíggjarlógina aftur til landsstýrið við kravi um, at at broytingar verða framdar á ymiskum postum.

 

Eitt nýggjari og sera grefligt dømi var “makrelbólkurin”, har løgmaður, formaðurin í fíggjarnevndini og floksformenn vóru beinleiðis innblandaðir í fyrisitingarligar avgerðir á fiskivinnuøkinum.

 

Lógir, sum veruliga broyta sosialu kontraktina (flatskattur, skatting av eftirlønarinngjøldum, krav um inngjald til eftirlønir, men ikki restin av eftirlønarreforminum) eru skrumblað ígjøgnum uttan neyðugu hoyringarnar og politisku viðgerðina. Eftirlitsstovnar og aðalráð eru tikin av við umberingini “rationalisering”, og hetta móti allari fakligari ráðgeving.

 

Ásetingin um, at løgmaður ikki skal umsita málsøki (hvør skal tá hava eftirlit við honum?) verður regluliga brotin.  Eftirlitið hjá løgmanni við, at hvørt einstakt landsstýrisfólk situr fyri sínum málsøki á lógligan og fullgóðan hátt, er tilvildarligt og óskipað.

 

Kanska mest ræðandi var avgerðin í 2010 at avtaka tvingaða lógareftirlitið í Tinganesi.

 

Tað, sum er neyðugt at gera fyri sum skjótast at steðga spilluni, sum er komin í hjá landsins myndugleikum, er at samtykkja stjórnarskipanaruppskotið skjótast gjørligt. Hetta fer  í minsta lagi at gera tað møguligt at krevja eitt mál til fólkaatkvøðu, bæði í løgtinginum og helst eisini við at savna undirskriftir millum veljararnar.  Eisini eiga mannagongdir at verða skipaðir fyri at leggja bæði lógaruppskot og týðandi umsitingarligar avgerðir fyri serligan rætt.  Løgtingið hevur bølt á hesum máli nú í nógv ár. Málið má takast frá løgtinginum og út millum fólk til viðgerða.

 

Sterkar fakligar røddir

 

Greinar í bløðunum og viðmerkingar á fundum hjá Kristinu Samuelsen, løgfrøðingi, Hallberu West, stjórnmálafrøðingi og Bárður Larsen, løgfrøðingi, samrøður við Halgir Winther Poulsen, advokati, í KVF, ein “masterclass” í fyrisitingarrætti hjá Kára á Rógvi, doktara í løgfrøði í sendingini hjá KVF “Radarin”, hava greitt víst á, at allar fyrisitingarreglur eru settar til viks í tunnilsmálinum og ikki bara har.   

 

Samstundis verður tað greitt,  at miðfyrisitingin ikki er før fyri at standa ímóti landsstýrisfólki, ið eru so altrá eftir at fáa politisk mál ígjøgnum, at tey seta til viks alment innlit og fyrisitingarreglur. Málsviðgerðin av lógaruppskotum er tilvildarlig og stendur ikki mát við tað vit mugu krevja í einum nútímans fólkaræði. Avleiðingar av lógaruppskotum eru vanliga alt ov illa lýstar og løgtingið tekur tí avgerðir uttan hava  fullan kunnleika um málini.

Dimmalætting hevur í fleiri oddagreinum seinast í august og fyrst í september víst á, at miðfyrisitingin svíkur sínar skyldur í málum av hesum slag.  (* Tær sterku fakligu røddirnar eru samanfataðar niðanfyri).

 

Tingfólk og landsstýrisfólk mugu svara

 

Nú  er tíð at tala at teimum fólkavaldu og teimum í landsstýrinum, sum lata hetta um seg ganga.

Vit mugu krevja, at  limirnir í formansskapurin í løgtinginum, allir løgtingslimir í samgonguna og landsstýrisfólki  siga sína hugsan um fólkaræðið og um hví tær reglur, teir sjálvir hava samtykt sum karmar um politiska lívið, ikki vera hildnar.

Tey eru:

Jógvan á Lakjuni, Alfred Olsen, Gerhard Lognberg og Páll á Reynatúgvu.

Helgi Abrahamsen, Edva Jacobsen, Eivin Jacobsen, Reimund Langgaard, Jóna Mariusardóttir Mortensen, Bárður á Steig Nielsen, Rósa Samuelsen, Bill Justinussen, Jenis av Rana, Bjarni Djurholm, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Rodmundur Nielsen, Brandur Sandoy,  Hanus Samró, Joen Magnus Rasmussen, Jákup Mikkelsen, Janus Rein, Kári Højgaard 

 

Kaj Leo Holm Johannesen, Johan Dahl, Karsten Hansen, Bjørn Kalsø, Jørgen Niclasen, Jacob Vestergaard, Annika Olsen,

 

 

 

*Fylgiskjal til opið bræv

 

Sterku fakligu røddirnar

 

Bárður Larsen, løgfrøðingur.

Bárður Larsen, løgfrøðingur,  hevur arbeitt nógv við, hvussu grundlógir ella stjórnarskipanir verða broyttar. Hann vísir á, at spurningurin er fakliga torførur og hartil lítið fakliga greinaður. Hann sigur í grein í bløðunum, at hóast hetta, so:

 

 “.... er stór undirtøka fyri, at í minsta lagi trý element mugu vera í einum grundleggjandi skjali, skal hetta kunna metast sum grundlóg ella stjórnarskipan. Reglur mugu nevniliga sum tað minsta vera um:

 

1) stýrisskipan,

2) borgarans rættindi og

3) ein lýsing av grundleggjandi virðum, ið fólkið tekur undir við”

 

Av hesum trimum pørtum hevur føroyska stýrisskipanarlógin einki um borgarans rættindi og einki um grundleggjandi virði. Danska grundlógin er fólkaræðiliga ivingarsom, - tó hevur hon eina rættindadeild, men sigur Bárður:

 

” ....mannarættindini í ríkisgrundlógini eru fátøk og ófullfíggjað í mun til ta verju, sum einstaklingurin fær í mongum modernaðum grundlógum og mannarættindaskjølum. Tey taka hartil ikki atlit til serføroysk viðurskifti”

 “Stjórnarskipanaruppskotið hevur hinvegin øll elementini 1) – 3), og ætlanin var, at hon skuldi vera væl fólkaræðiliga kjølfest við endaligari samtykt á fólkaatkvøðu. Ivi kann tí ikki

 

Kristina Samuelsen, løgfrøðingur

Hevði nú vóna, at onkur fór at spyrja løgmansstjóran, hvat hon helt, at man kann gera fyri at sleppa undan hesi ónøgd við arbeiðslagnum hjá landsstýrinum eina aðru ferð. Tá tað framvegis ikki tykist finnast aðrar loysnir, enn at ofta ein landsstýrismann, havi eg hug at koma við nøkrum hugskotum!

Kennir nakar nakran embætismann, sum er komin styrktur fram á síni starvsleið við at gera vart við seg, ímóti politiskum ætlanum? Hvussu leingi kunnu vit vænta, at embætisfólk vilja standa fram sum embætisfólkini á Gjaldstovuni og Landsverk nú hava gjørt?

Er nakar, sum kann tryggja, at tað kann loysa seg hjá embætisfólkum at gera vart við seg og geva politisku skipanini eitt fakligt mótspæl? Ella í øllum førum, at tað ikki fær neiligar avleiðingar fyri viðkomandi?

Hava vit ikki løgmansstjórar og aðalstjórar, sum kunnu geva hesum embætisfólkunum neyðuga ryggdekningin og finna eina veruliga og varandi loysn á trupulleikanum?

Spurningurin er eisini, hvat veruliga aðalmálið hjá embætisverkinum skal verða – at tæna politikarunum ella fólkinum?

Man kundi t.d. broytt lógarteknisku eftirkanningina hjá løgdeildini í Innlendismálaráðnum frá at vera eitt tilboð til at verða eitt krav, fyri at mál kunnu leggjast fyri landsstýrisfund. Heilt fram til januar 2010 var tað ein tvungin skipan.

Man kundi kravt, at eftirkanningin eisini skal liggja við uppskotinum, tá tað verður lagt fyri landsstýrisfund, og tá uppskot seinni verða løgd fyri Løgtingið.


Hvat hendir, tá tann eini av landsins hægstu embætisfólkum, sum veruliga hevur torað at givið politikarum eitt mótspæl, bæði sjálv og við ryggdekningi til síni embætisfólk, fer frá vegna aldur?

 

Kennir nakar nakran embætismann, sum er komin styrktur fram á síni starvsleið við at gera vart við seg, ímóti politiskum ætlanum? Hvussu leingi kunnu vit vænta, at embætisfólk vilja standa fram sum embætisfólkini á Gjaldstovuni og Landsverk nú hava gjørt?

 

Er nakar, sum kann tryggja, at tað kann loysa seg hjá embætisfólkum at gera vart við seg og geva politisku skipanini eitt fakligt mótspæl? Ella í øllum førum, at tað ikki fær neiligar avleiðingar fyri viðkomandi?

 

Hava vit ikki løgmansstjórar og aðalstjórar, sum kunnu geva hesum embætisfólkunum neyðuga ryggdekningin og finna eina veruliga og varandi loysn á trupulleikanum?

Spurningurin er eisini, hvat veruliga aðalmálið hjá embætisverkinum skal verða – at tæna politikarunum ella fólkinum?

 

Hesin spurningurin varð einaferð settur á eini ráðstevnu fyri nøkrum árum síðani. Har varð bara ein av landsins hægstu embætisfólkum, ið metti sína aðaluppgávu verða at tæna fólkinum. Hetta varð stjórin á løgtingsumsitingini.

 

Hallbera West, stjórnmálafrøðingur

 

Formliga er eingin staðfesting av, at alt vald í Føroyum stavar frá føroyska fólkinum, sum jú sum kunnugt er útgangsstøði í demokratihugtakinum. Føroyar hava tó sjálvræði á einum ótali av málsøkjum og blokkstuðulin er, sum kunnugt, ein lutfalsliga lítil partur av búskapinum. Vit hava tí - fyri ein stóran part - eina sjálvstøðuga politiska skipan, og tað er henda sjálvstøðuga politiska skipan, sum er løgd undir lupp í hesum døgum. Ógreiða formliga grundarlagið er ein trupulleiki, og tað er ikki ætlanin hjá mær at bagatellisera hetta, men eg fegnist tó um, at vit loksins hava sett okkara egnu skipan á dagsskránna.

 

 Fyri at siga heilt stutt (og foreinklað), hvørji krøv eru til demokratiskar skipanir, so fevna hesi um: vald umboð; frí, rættvís og reglulig val, val millum meiri enn ein politiskan flokk; talu- og skrivi frælsi umframt onnur persónlig frælsis rættindi; savningar- og samkomufrælsi; rætturin til alternativa informatión (sum ikki er stýrd el.l.); meirlutaavgerðir og minnilutavernd; eitt  samfelag eyðkent við áliti, tollyndi og atlit til felagsskapin. Harumframt er vanliga eisini treyt um rættartrygd í breiðari merking. Fleir av hesum atlitum hugsa vit ikki stórvegis um, tí vit taka tey sum eina sjálvfylgju. 

 

Til hetta kann eg leggja afturat, at væntanir eisini eru um, at fólkaræði inniheldur samrøður og kjak, eyðkend av virðing, sum vit eitt nú kenna tað frá danska guðfrøðinginum, Hal Kock. Í hesum sambandi kann eg nevna, at Hal Kock varð nevndur í eini løgmansrøðu fyri fáum árum síðani. Tað kann undra, tá nú politiska skipanin í so lítlan mun hevur tikið bók og boðskap hansara til sín.

 

Men fólkaræði - á skipanarligum støði – snýr seg so sanniliga eisini um at avmarka vald. Um vit yvirhøvur skulu gera okkum nakra vón um at nærkast idealinum um, at tað er fólkið sum ræður, so skal vald hjá stovnum og einstaklingum avmarkast. Hvussu hetta kann gerast er eitt stórt evnið í sær sjálvum. Útgangsstøðið fyri okkara fólkaræði er, sum kunnugt, at hvør einstakur fer á val og velur okkara umboð á Løgting til at taka avgerðir okkara vegna. Men fyri tað, um ein er valdur, so merkir tað ikki, at man hervið hevur fríar hendur. Um lurtað verður eftir orðavalinum hjá okkara fólkavaldu, so ber lættliga til at halda, at so er.

 

Okkara umboð á Løgtingið skulu m.a. tryggja, at landsstýrisfólk ikki hava ov stórt vald. Landsstýrisfólk eru ikki beinleiðis vald, men eru landsstýrisfólk sum úrslit av bæði eini samgongutelving og eini telving innanfloks. Tað er tískil ikki í samsvari við eina demokratiska stýrisskipan, at landsstýrisfólk fáa tillutað suverent vald, sum tað at fáa sonevndar blankokekkar, er eitt dømi um. Av eini ella aðrari orsøk so hevur Løgtingið lyndi til at geva landsstýrisfólkum hesar blankokekkar, og tað er ein ósikkur í føroyskum lógarsmíði. Seinasta dømið um hetta er í aktuella tunnilsmálinum, men vit kenna tað eisini frá fiskivinnuøkinum og onnur dømi eru eisini.

 

Fólkaræði snýr seg – fram um alt annað - at avmarka valdið hjá einstaklingum. Tí tað er ikki uttan grund, at sagt verður, at vald korrumperar, og at absolut vald korrumperar absolut. Um valdið ikki verður avmarkað, so hevur fólkið einki reelt vald.

 

Tankarnir leita til Kina, sum búskaparliga buldrar avstað í heimshøpi. Fyri meg er tað nýtt at hoyra føroyingar tosa um, at vit áttu at fingið ein kinesara til Føroyar at stýra. Tað er heldur ikki vist, at hesar útsagnir skulu takast bókstavliga, men kanska skulu skiljast sum eitt krav um størri effektivitet í politisku skipanini. Men tað er tó umráðandi at minnast til, at tá vit tosa um Kina, so tosa vit ikki um eitt fólkaræði. Í mun til fólkaræði eru vit jú komin longur enn Kina, so hví leita handa vegin.

 

Orsøkin til at eg havi heft meg við hesa nýggju fyrimyndina hjá føroyingum er, at hon hevur nakað til felags við eina aðra fyrimynd hjá føroyingum. Eg havi mangan hoyrt útsagnir um, at vit eiga at koyra Løgtingið og Landsstýrið til hús og í staðin seta ein skipara at stýra Føroyum. Einki skal her takast frá skiparum og teirra avriki á havinum, men henda fyrimynd hóskar seg ikki í einum demokratiskum stýrisskipanarligum samanhangi. Ímyndin um ein skipara á brúnni, sum gevur harraboð til øll onnur at akta og arbeiða eftir, er altso ein autoriter fyrimynd.

 

Halgir Winther Poulsen, løgfrøðingur, sambært Kringvarpi Føroya

Tað er brot á bæði lógina um ábyrgd landsstýrismanna og á tingskipanina, at týðandi upplýsingar verða hildnar aftur fyri løgtinginum í málinum um Skálafjarðartunnilin.

 

Kári á Rógvi, doktari í løgfrøði

Tú hevur eina heimild at gera okkurt, men ikki til at gera alt. Heimildin er ítøkilig, og tað er ein trupulleiki, at hvørki embætisverkið ella landsstýrismaðurin halda seg innan fyri tað, sum heimildin greitt sigur.

 

Svar um alment innlit eru galin upp á so nógvar mátar. Standardsvar vísa til pargraffir, ein svada sum gruggar og teppibumbar borgaran.  Víst verður til dømi, sum einki hava við málið at gera. Alt (hjá tí almenna) er alment. Um nakað skal loynast, so skal tað grundast ítøkiliga út frá tí máli, sum innlit verður søkt í, um innlit skal noktast.  Í spurninginum um sáttmálan um tunnilin er alt liðugt, so um innlit skal noktast, kann tað ikki vera til allan sáttmálan, men bert til partar har ítøkiligar grundir eru fyri at nokta, at júst tann parturin av sáttmálanum hevur upplýsingar, sum aðrir partar ikki eiga at fáa innlit í. Trupulleikin er at almenna fyrisitingin ikki vil lyfta innlitsreglurnar upp á eitt hægri stig.

 

Tagnarskylda kann ikki áleggjast tingfólki. Tey skulu hava møguleika fyri frítt at tosa um øll viðurskifti. Har er bara eitt undantak. Tað er bara eitt undantak, tað er í uttanlandsnevndini, og tann heimildin er  heldur óviss og átti at haft eina greiða lógarheimild.

 

Dimmalætting, oddagrein

Í dag er neyðugt at minna á, at tað ikki ber til at vinna fram á leið uttan stríð, sveitta og tár. Og somuleiðis er neyðugt at minna á, at uttan mun til, hvussu óð ella ónøgd vit eru, so er einki frægari alternativ í at velja enn tað torføra demokratiið.

Føroyar eru í dag ikki at rokna sum eitt nóg væl virkandi demokrati við skilvísari parla-mentarismu og greiðum valdsbýti. Vit síggja í hesum døgum, hvussu stýrisskipanin verður skeiklað av bæði landsstýri og løgtingi, soleiðis at illa ber til at siga, hvør hevur hvat vald, og hvør hevur ábyrgdina av hvørjum. Aftur at hesum gongur ikki dagur, har vit ikki hoyra og síggja, hvussu illa mangir tinglimir og landsstýrisfólk duga at grundgeva fyri sínum støðu-takanum, og hvussu út av lagi illa verður lurtað eftir tí fakligheit, sum hóast alt spírar fram í Føroyum, og sum er alneyðug fyri at nakað sum helst skil skal vera í. Landsstýrið fremur í sínum lagi avgerðir í óðum verkum og fær ein alt ov ofta illa upplýstan tingmeiriluta at atkvøða fyri. Eisini verða alsamt fleiri avgerðir í landsstýrinum tiknar kollektivt, so ikki ber til at siga, hvat einstakt landsstýrisfólk hevur ábyrgdina av.

Jú, sanniliga hava vit mangt og hvat at finnast at, og jú, sanniliga krevjast stórar ábøtur og størri krøv til tey fólkavaldu og teirra landsstýrisfólk.

 

Men tá atfinningarnar umskapast til vandamikla lifran fyri ódemokratiskum nýskipanum, avmarkingum av valrætti ella uppstillingarrætti, so mugu ávaringarljós tendrast.

Enn einaferð: Einki land í heiminum hevur vunnið fram á vælvirkandi demokratiska leið uttan stríð og sveitta og sumstaðni enntá blóð, so tað er vitleyst at freistast at avtaka demokratiið, bara tí ein fær ilt í høvdið av manglandi vitskapi og vanligari idioti hjá nøkrum fólkavaldum umboðum ella landsstýrisumboðum teirra.

Um viljin til demokrati í Føroyum er so lítil, at totaliterir tankar vekjast, bara tí ein, tvær, tríggjar ella tíggju samgongur virka illa, so er tað tað og einki annað, sum skal ovast á listan yvir høvuðstrupulleikar.

Okkum tørvar betri upplýsing, betri skúling av bæði veljarum og valevnum, ja. Men hetta skal loysast tann rætta vegin við at taka tunga og drúgva takið at lyfta alt skúlaverkið í landinum. Ja, tað tekur tíð, ja, kanska 100 ár ganga, áðrenn vit koma fram, og tá verða eisini tøk eftir, tí eitt demokrati blómar ongantíð uttan støðuga røkt.

Vit mugu til arbeiðis, landinum at frama, og kveistra burtur allar totaliterar tankar, samstundis sum vit gera ábøtur á bæði stýriskipan, upplýsing og krøv til okkum sjálv.

Demokratiið er torfør dissiplin, men einki alternativ er til demokratiið