Kjartan leikti javnt - Nicholas Satchwell tapti

Tveir føroyskir landsliðsleikarar vóru í leiki í bestu norsku hondbóltsdeildini í dag

Føroyski landsliðsmálverjin, Nicholas Satchwell fekk sína debut í bestu norsku hondbóltsdeildini í dag. 

Uppflytararin, Viking TIF sum hevur Sonni Larsen sum høvuðsvenjara og Nicholas Satchwell í málinum tapti í dag greitt 24-36 fyri Nærbø á útivølli. 

Í steðginum var Nærbø á odda 17-12.

Nicholas bjargaði tveimum av 15 málroyndum, meðan kappingarneytin, Christian Morillo Lyngbø bjargaði trimum av 17 málroyndum. So talan var ikki um tann besta dagin hjá málverjunum hjá Viking TIF.

Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Bækkelaget leiktu javnleik 26-26 móti Runar Sandefjord á heimavølli. 

Í steðginum var støðan javnleikur 11-11.

Kjartan skoraði eitt mál og legði upp til trý mál.