Kjartan og Kristian halda røðu

Sandoyarstevna er hetta vikuskiftið, og á middegi í morgin fer Veltan at hava opið hús í Stóratunnli.

Sandoyarstevna er hetta vikuskiftið, og á middegi í morgin fer Veltan at hava opið hús í Stóratunnli, har okkurt forkunnugt verður til matna, og søla verður av grønmeti og blómum.

 

Tað verður Kjartan Atlason, sum í morgin klokkan 14.30 fer at seta Sandoyarstevnu, og ein hálvan tíma fyri setanina verður skrúðgonga úr skúlanum og út á Ljósafløtt, har eisini Havnar Hornorkestur fer at luttaka.

 

Seinnapartin verða fleiri barnatiltøk, eitt nú hoppiborgir, tombola, fiskibrunnur og boing-bóltar, og haraftrat verður rulluskoytukapping og onnur spøl fyri børnum.

 

Onkur skemtilig tiltøk verða eisini á skránni í morgin, og eitt nú verður togtogan millum bygdirnar í Sandoynni, eins og trillubørukoyring verður millum bygdaráðslimir.

 

Seinnapartin í morgin verður ævintýrtúrur við Honnu á Reynatúgvu, og túrurin byrjar í Virkinum. Men, í Virkinum verður eisini ymiskt annað á skránni.

 

Leygarkvøldið verður eisini føroyskur dansur við Leikum Fagurt, og hálvan tíma fyri midnátt verður midnáttarsangur, sum endar við midnáttarrøðu, har Kristian Højsted fer at siga nøkur orð.

 

Leygarkvøldið endar við góðum dansi í Virkinum við Rana Nolsøe Band.