Tað byrjaði fyri 10 árum síðani á Faroese Chat. Í dag eru tey gift, eiga hús og trý børn.
Herfyri kundu tey bæði Karl Jakob Ósá Eliasen og Kristina í Króki Eliasen hátíðarhalda, at 10 ár eru liðin, síðani tey bæði sóust fyri fyrstu ferð. Og fyri tey er tað nakað heilt serligt, tí áðrenn tey sóu hvønnannan høvdu tey kjattað saman í fleiri mánaðir.
Hann sigldi við Skálaberg í Barentshavinum, og hon sat heima við hús á Strondum.
Í Rás2 Seinnapartur, sum verður sent frá klokkan 13 í dag, spyrja vit, hvussu tey hava tað í dag, og hvussu langt tey eru komin síðani kjattið.