Tíðindaskriv:.
Longu nú á ólavsøku lata vit dyrnar upp í Reinsarínum, har fólkatónleikur setur sín dám á høgtíðina, í Perluni flytir Akvariufelagið inn, og so hava vit annars nógv annað á skrá komandi mánaðirnar.
Alt frá Dragshow til Stones Jam, tríggjar konsrtir við Beini, og Deiggj, sum hevur gingið í 45 ár. Sjálvandi er eisini Open Mic og grønlendska legendan Rasmus Lyberth kemur á gátt.
Blaða víðari í hesum telduposti og fá eitt skjótt yvirlit, yvir tað, ið er í væntu komandi tíð











