Liðformaðurin og toppskjúttin hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen, meiddi seg illa í 2-0-tapinum ímóti B36 í dag. Tað var bara eitt korter farið av dystinum, tá hann datt ógvusliga eftir ein nærdyst við Bjarna Petersen og Magnus Holm Jacobsen hjá B36.
Hjálp var skjót á staðnum, men tað var alt fyri eitt greitt, at hondin mest sannlíkt var brotin. Klæmint fór við sjúkrabili til Havnar, og har hevur hann í kvøld fingið staðfest, at tað er armurin, ið er brotin. Talan er um høgra arm.
Brotið er beint omanfyri handliðið. Klæmint sigur við in.fo í kvøld, at støða verður tikin í morgin, um hann skal skurðviðgerast ella ikki, og tí er tað í løtuni ov tíðliga at siga hvussu leingi hann má binda frið frá fótbóltinum.