Klæmint A. Olsen og Petur Knudsen kunngjørdu í gjár, at teir skulu verða pápar. Tað gjørdu teir við at koyra hvør sín bólt undir troyggjuna, eftir at Petur Knudsen hevði lagt upp til 2-0 málið hjá Klæminti A. Olsen móti TB í gjár.
Fyri Klæmint A. Olsen og Eyð Leitisstein er hetta aðru ferð. Tey hava ein fýra ára gamla dóttur. Petur Knudsen heldur saman við systur Eyð, Ritu Leitisstein.
- Ja, vit skulu verða pápar og mammurnar eru systar, sigur Klæmint A. Olsen, ið er vorin ein nógv umtalaður spælari.
Tað byrjaði við søguni um klumpfótin, sum ferðast á millum annað Politikken og Tipsblaðnum. Síðani norska TV2 keypti rættindini til føroyskan fótbólt hava eisini fleiri søgur verið um málskjúttan, sum kappast við Neymar og Lionel Messi um evropesiska gullskógvin.
Les eisini: Aron Knudsen fyrsti málskjútti eftir koronasteðgin í Evropa
Norska TV2 Sport hevur eisini fangað myndirnar av Klæminti A. Olsen og Peturi Knudsen, har teir fegnast um góðu tíðindini við at koyra ein bólt undir troyggjuna. NSÍ vann 3-1 á TB. Aron Kundsen, yngri beiggi hjá Peturi, og Betuel Hansen skoraðu málini.
##ms##