Klæmint Skarðhamar 60

Týsdagin 30. november verð­ur Klæmint Skarðhamar 60 ár.
Leygarkvøldið heldur Klæmint Skarðhamar stór­an 60 ára føðingardag í Sjón­leikarhúsinum í Havn.
Klæmint er sonur til Sven og Almu Skarðhamar, Sven er sonur skiparan Clement Clementsen, ættaður av Syðradali á Kalsoynni, og Ragnhild Clementsen (fødd Johannesen) ættað úr Havn,
Alma er av Hvítanesi á Streymoynni, dóttir Christian Djurhuus av Selatrað, og Jovinu Nybo av Hvítanesi.
Klæmint er føddur og uppvaksin við Landavegin í Havn, ella rættari sagt í ”Kinabrekkuni”. Barn­dóms­heimið hjá honum er eisini mítt barndómsheim, tí har eri eg føddur og upp­vaksin.
Klæmint er útbúgvin bil­mekanikari og stóð í læru hjá Óla Arge, seinni Auto Service, har hann starv­aðist í nøkur ár, til hann fór á maskinist­skúla. Síðan fór hann at arbeiða sum verk­førari hjá Noma-Tek, har hann starvaðist í nógv ár. Nú rekur hann saman við konuni Oddvør, mat­fyri­tøkuna Sp/f Oddvør, sum er kend fyri góðan mat.
Vit í Herborg vilja ynskja Klæmint við familju eitt gott kvøld.
Heðin og Thyra Skarðhamar