Í mars í ár vóru nógvar sýningar í mentanarhúsinum í Fuglafirði av sangleikinum "High School Musical", sum næmingar í Fuglafjarðar skúla og næmingar í skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík framføra.
"High School Musical" er ein spennandi, stuttligur og romantiskur leikur, ið fer fram á East High School. Sangleikurin er bygdur á sera populera filmin við sama heiti. Filmurin varð sýndur á Disney Channel í 2006.
Í leikinum hitta vit Troy Bolton og restina av kurvabóltsliðnum, lítillætnu Gabriellu Montez og hennara nørdavinir. Tvíburðarnir, Sharpay og Ryan, gera alt fyri, at Troy og Gabriella ikki skulu finna saman – og so avgjørt ikki taka teirra sjálvskrivaða høvuðsleiklut í ársins sangleiki. Alt hetta skapar stuttleika, spenning og romantikk.
Edmund Williamson týddi leikin. Bárður á Lakjuni týddi sangirnar
Marjun Djurhuus og Bárður á Lakjuni, sum síggjast á myndini hava Sangleikabreytina undir hond. Umleið 50 næmingar eru við í leikinum. Teir eru úr Klaksvík, Gøtu, Leirvík og Fuglafirði.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Bárð á Lakjuni greiða frá sangleikinum og uppsetingini í Norðurlandahúsinum.
Sangleikurin verður sýndur í Norðurlandahúsinum týskvøldið og mikukvøldið, bæði kvøldini klokkan 19.