Nú er klárt at leggja allar Føroyar saman í níggju kommunur. Tað boðaði Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður frá í formansfrágreiðing síni á landsfundi sambandsfloksins í Samljóði í Skopun í morgun.
Hann sigur, at lógaruppskotini um at leggja Føroyar í níggju kommunur eru skrivað og eru klár at leggja fyri Løgtingið.
Og tað verða tey í seinasta lagi á ólavsøku og Føroyar skulu verða níggju kommunur frá 1. januar í 2013.
Samstundis verður eldraøkið lagt undir kommunurnar at umsita og eisini skal fólkaskúlin skipast í níggju eindir tann 1. august í 2012.
Hendan næsta tíðin skal brúkast til eina fólksliga tilgongd har landsstýrisfólk fara runt í økjunum at greiða frá ætlanini og ætlanin er eisini at hava borgarafundir kring landið.
Hann skilir, at mótstøða er ímóti tí, men hann hevur
eisini varhugan av, at einir tveir triðingar av kommununum taka undir við ætlanini.