Klárt betri, tá tað koyrdi hjá okkum

Ein av mest eyðsýndu ÍF-spælarunum í mansfinaluni, var Rúni Weihe, sum við áhaldandi smasjum bjóðaði SÍ av. Hóast hann er fegin um steypasigurin og harvið eisini greipuna, helt hann stóran part av mansfinaluni vera ov nógv merktan av feilum.

– Sum vit sóu tað í tveimum av settunum, var týðiligur munur á liðunum, tá vit fingu okkara spæl at koyra. Men yvirhøvur var dysturin merktur av ótrúliga nógvum feilum, bæði persónligum og ópressaðum feilum. Tað er eitt sindur keðiligt, tí tað gongur út yvir spælið, sigur Rúni.

– Men tá vit fingu meira ferð á, gjørdist tað rímiliga klárt. Serliga tey bæði seinnu settini fingu vit blokkin at koyra væl, og tá sóu vit heldur ikki teir feilirnar, sum vóru at síggja í teimum báðum fyrru settunum. Tað, sum gjørdi munin, var at vit fingu blokkin at koyra og fingu servurnar at rigga.

Tá liðið hjá fuglfirðingum fór á vøllin leygardagin, var tað við góðum sjálvsáliti í viðførinum, tí eina viku frammanundan hevði ÍF vunnið meistaraheitið – enntá við dystum eftir at spæla. Og Rúni Weihe dylir heldur ikki, at teir í ÍF kunnu vera stak væl nøgdir við gongdina í vetur.

– At vinna tað, ið vinnast kann, er tað, vit hava vant fram ímóti, so kenslan verður ikki betri enn tað sama. Vit hava verið eitt sindur upp og niður, men hava allíkavæl verið góðir, tá vit hava verið noyddir at vera góðir. Tað er helst tað, sum í vetur hevur verið munurin á teimum bestu og teimum góðu, sigur Rúni Weihe.