Tá 24 røktarheimspláss, sum peningur er játtaður til, eru gjørd í Klaksvík. Resta átta pláss til at nøkta bráðfeingistørvin í Norðoyggjum. Í gjár varð peningur játtaður til 136 røktarheimspláss kring landið og Klaksvík fekk 24 av hesum.
Í Klaksvík fegnast Sosiala nevnd um, at stuðulslán á 700.000 krónur frá landinum verður latin til, hvørt av teimum 24 plássinum, sum skulu gerast.
Um trý ár er ætlanin, at røktarheimið skal vera liðugt, og tá verða umleið 35 størv knýtt at heiminum, sum í fyrstu atløgu skal hava 24 pláss, men kann verða útbygt til 48 pláss.