Árligi Dansibandfestivalurin verður í Vági tann 4. og 5. mai 2018.
Á skránni er mangt, soleiðis sum undanfarin ár eisini hava boðið uppá so mangt, umframt dansitónleik. T.d. eru gongutúrar, túrar við skjóttgangandi báti, tiltøk við line-dansi, felagssangi, dansibandguðstænastu og eisini sendir Kringvarpi frá Dansibandfestivalinum.
Fríggjakvøld standa Vestmenn og Sunrise fyri stóra dansinum, meðan Hans Jocob Hjelm og norska Anne Nørdsti við bólki fara á pallin leygarkvøld.
Skráin fyri festivalin sæst á facebook-vanganum hjá Dansibandfestivalinum.