Tað verða javnaldrarnir HB og KÍ, sum hittast í ársins steypafinalu hjá kvinnum.
Tað gjørdist greitt sunnudagin, tá HB vann 4- 1 á B36, og KÍ vann 3-0 á LÍF. Í báðum førum var annars talan um, at finalistarnir vendu ósigrum úr fyrru hálvfinalunum.
Tá vann B36 3-1 á HB og hevði tí góð kort á hondini undan seinna dystinum, men her var HB væl betra liðið. Fleiri av málunum vóru frálík, og ikki fyrr enn móti endanum fekk B36 minkað til 1-4, tó uttan at koma nær einum máli afturat, so tað hevði staðið á jøvnum samanlagt.
Eisini í Klaksvík var KÍ væl betur fyri enn LÍF og var á odda 2-0 í hálvleikssteðginum.
Sostatt verður tað Havnin móti Klaksvíkini í finaluni, sum verður spæld leygardagin 3. juli, sum er dagin fyri finaluna hjá monnunum.
FSF letur steypið til kvinnurnar. Fyrstu ferð, spælt varð um tað, var í fjør, og tá vann HB tað eftir finalusigur móti B36.
Hesaferð verður tað so KÍ, sum skal dystast móti HB í finaluni.