Håkan Ericson, landsliðsvenjari, hevur givið Klæmint A. Olsen greið boð. Spælir hann í 1. deild kann hann ikki spæla á landsliðnum. Hetta gjørdi hann greitt í samrøðu við FM1 eftir landsliðsúttøkuna fyrr í vikuni.
- Eg vænti ikki, at Klæmint A. Olsen verður aktuellur fyri landsliðið, um hann heldur fram í NSÍ, segði Håkan Ericson, tá hann bleiv spurdur, um tað er ein avbjóðing at áleyparin er fluttur niður í 1. deild við NSÍ.
Søgan sigur, at Klæmint A. Olsen er á veg til HB. Nýggjur maður á miðjuni er Matthias Præst Nielsen, sum er keyptur úr AB. Síðani Mikkel Dahl fór til Íslands at spæla hevur HB manglað ein áleypara. Tí verður mett, at HB ætlar sær Klæmint A. Olsen og Mads Borchers, 07 Vestur.
Nýggjur formaður
Fyrrverandi formaðurin í NSÍ, Dánial Hansen, segði í fótbóltssending í Kringvarpinum, at hann ikki hevði tosað við Klæmint A. Olsen um framtíðina hjá landsliðsspælaranum, nú felagið er flutt niður í 1.deild, men heldur fyri at felagið ikki vil standa í vegin, um hann skiftir fyri at halda upp á landsliðsplássið.
- Øll, sum eru góð við NSÍ, eru eisini góð við Klæmint og vilja ikki standa í vegin fyri einum landsliðsplássi hjá honum. Klæmint hevur sáttmála við NSÍ til komandi kappingarár, men eg havi ikki tosað við hann eftir dystin í gjár. Klæmint skal hava tíð at hugsa seg um, og gera tað, ið hann ætlar sær, segði Dánial Hansen í fótbóltssendingini “Fótbóltsprát” í Kringvarpinum eftir niðurflytingina.
- Hann stendur í einari torførari støðu, sum ein spælari, ið bara hevur umboðað NSÍ, so fyri hann er tað tragiskt at skula flyta niður við NSÍ, og hugsa um sítt landsliðspláss og umdømi. Vit sum felag lata Klæmint sleppa at hugsa seg um, sigur formaðurin í NSÍ, sum ásannar at tilveran í 1. deild er ein onnur.
Síðani hevur NSÍ fingið nýggja nevnd og nýggjur formaður er Karsten Joensen. Hartil hevur felagið eitt sindur óvæntað tryggjað sær málverjan Kristian Joensen frá EB/Streymi. Hann hevur fyri kortum verið í landsliðshitanum, men velur nú at taka ein túr við barndómsfelagnum í 1. deild.