Klaga um at skúlastjóri í Havn fekk munnkurv

Lærarafelagið klagar nú Mentamálaráðið fyri at hava givið skúlastjóranum í Sankta Frans Skúla, munnkurv

Lærarafelagið hevur nú kært Mentamálaráðið fyri Løgtingsins umboðsmanni.

Tað hendir í kjalarvørrinum á stríðnum hjá foreldrum og lærarum í Sankta Frans Skúla fyri at fáa framhaldsdeild í skúlanum.

Tað orðaskifti var eitt sindur hvast til tíðir og í tí sambandi gav Mentamálaráðið Selmari Jacobsen, skúlastjóra á Sankta Frans, boð um ikki at siga nakað alment um bygnaðin á skúlanum.

Og skúlablaðið skrivar á síni heimasíðu, at nú hevur Føroya Lærarafelag so Løgtingsins Umboðsmanni eina klagu um hendingina.

Lærarafelagið sigur, at við hesum hevur Mentamálaráðið sett tey grundlógartryggjaðu rættindi hjá skúlastjóranum at siga sína meining, til viks. 

- Okkara fatan er, at skúlastjórin hevur fullan rætt at umtala og kunna almenningin um almenn viðurskifti, sum snúgva seg um hansara egna arbeiðs- og heimildarøki, sigur Lærarafelagið.

Og felagið leggur afturat, at tað hevur skúlastjórin, hóast hansara fatanir ikki heilt samsvara við Tórshavnar Býráðs og møguliga eisini Mentamálaráðsins ætlanir á økinum.

- Boðini til skúlastjóran vóru, at hann ikki skuldi “blanda “ seg upp í almenna kjakið um skúlabygnaðin í Sankta Frans skúla, staðfestir Lærarafelagið. 

Í hesum sambandi staðfesti Mentamálaráðið, at Selmar Jacobsen var settur í starv at taka sær av innihaldinum í skúlanum og ikki arbeiða fyri, og vera talsmaður fyri foreldrabólkin í Sankta Frans skúla. 

- Málið hevur verið viðgjørt á hægsta embætismannastigi í Mentamálaráðnum, tí aðalstjórin var við í eini tíðindasending 9. juni 2016 um málið.

Skúlablaðið sigur, at skúlastjórin hevur biðið Mentamálaráðið um innlit í málið, og hetta varð sent honum 15. juni 2016. 

Blaðið sigur, at áskoðanin hjá Lærarafelagnum er, at Selmar Jacobsen er settur í starv til at umsita áhugamálini hjá Sankta Frans skúla, børnum og foreldrum í skúlanum. 

- Eftir fatanini hjá Lærarafelagnum er hann ikki farin út um sínar heimildir sum skúlastjóri, við at hann hevur luttikið í fundum saman við foreldrum, og hevur umrøtt praktiskar spurningar alment í sambandi við møguliga framhaldsdeild í skúlanum. 

Lærarafelagið staðfestir, at almenn starvsfólk hava víðar heimildir at siga sína hugsan um almennu viðurskiftini á teirra egna arbeiðsplássi, hóast tað ikki samsvarar við tær ætlanir, myndugleikin, hevur á økinum. 

- Tórshavnar Býráð er ikki arbeiðsgevari hjá Selmari Jacobsen, og Lærarafelagið undrast á, at Mentamálaráðið letur seg brúka sum amboð fyri Býráðið at teppa skúlastjóran, sigur Lærarafelagið.