Klakkur aftur bestur av línuskipunum

Tað er lítil ivi um, at línuskipið Klakkur aftur í 2021 endaði á ovastu rók í veiðivirði.

Frálíku myndina av Klakki tók John Viljam Johannesen.

Tað var tann tíð, tá bestu føroysku línuskipini fiskaðu fyri einar 17-18 miljónir krónur um árið.

 

Men, síðan vit fingu frystilínuskipini, er nógv broytt, og tað eru longu ár síðan, at veiðivirðið hjá bestu frystilínuskipunum gjørdist tað tvífalda av tí, tað var.

 

Í so máta er árið í fjør einki undantak, og lítil ivi er um, at tað aftur í 2021 gjørdist Klakkur, sum legði seg í oddin.

 

Veiðivirðið hjá Klakki í 2021 táttar í 50 miljónir krónur. Skipið hevur góðar veiðimøguleikar og siglir eisini við tveimum manningum.

 

34 mans eru knýttir at skipinum.

 

Ein annar frystilínubátur, sum eisini siglir við tveimum manningum, er Jógvan I, sum alt heyst hevur fiskað í Barentshavinum og hevur havt manningarskifti í Noregi.

 

Kambur plagar eisini at roynast drúgvur, og veiðivirðið hjá teimum í 2021 er slakar 34 miljónir krónur, sum teir hava fingið fyri stívliga 1600 tons.

 

Vit kunnu eisini nevna frystilínuskipið Eivind, sum í fjør fiskaði fyri slakar 28 miljónir krónur, ið reiðarin, Hálvdan Gudmundsen, tekur sum eitt miðalár.

 

Í dag loysa fleiri línuskip, og tey flestu fara undir Føroyar at royna. Onkur skip hava verið úti í nakrar dagar, og millum hesi eru eitt nú Klakkur, sum loysti longu 1. januar.

 

 

 

Frálíku myndina av Klakki tók John Viljam Johannesen.