Klaksvík: Hevur tú hug at ogna tær eina brúka lampu, eina sofu ella ein tallerk, so kundi borið á, at tú fekk júst henda lutin í nýggja handlinum.
Nú hava klaksvíkingar so fingið henda møguleikan, sum higartil hevur verið nógv brúktur í øðrum londum: At keypa ein lut, samstundis sum ein er við til at stuðla einum góðum endamáli.
Danmissión hevur nú, saman við góðum fólki í Klaksvík, tikið stig til hesa stuðulsbúðina, sum leygardagin lat upp dyr sínar á fyrsta sinni fyri almenninginum.
Við til upplatingina vóru nógv fólk samankomin. Millum hesi taldist Hans J. Joensen bispur og borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen, sum báðir bóru fram heilsanir á hátíðarligu løtuni.
Henda stuðulsbúðin er tann 76. í røðini hjá donsku missiónsrørsluni, og er somuleiðis fyrsti handilin av sínum slagi í Føroyum.
Samstundis hevur Klaksvíkin tikið upp samband við Karagwe-stiftið í norðara parti av Tanzania.
Stuðul til arbeiðið
Tá ið bispur Hans Jacob Joensen, bispur fyri fáum árum síðan var í Karagwe-bispadømi í samband við innsetan av biskopi har, kom upp á tal at gera eitt samstarv við Føroyar um hjálpararbeiði til Karagwe bispadømið gjøgnum Danmissión.
Og prátið hevur nú borið frukt! Við hjálp av nógvum góðum fólkum sæst úrslitið í hugnaligu hølunum á Klaksvíksvegi, har Malan á Mýri skal taka sær av tí dagliga arbeiðinum saman øðrum góðum fólki.
Talan er um eina kafé-krambúð, har tú kanst seta teg niður, og eisini fáa eitt prát um, hvat Danmisión er, og fáa upplýsandi tíðarrit um felagsskapin. Hópin av áhugaverdum lutum, innbúgv, prýðislutir, kertuljós o.a.. fæst til keyps.
Í sambandi henda serliga dagin vóru fólk komin niðri frá við hópin av snotisligum innbúgvi frá harragørðum úr Danmark. Annars er ætlanin, at fólk úr Klaksvík og aðrastaðni skulu kunna lata lutir til sølu og endurnýtslu.
Krambúðirnar hava stóran týdning í hjálpararbeiðinum. Tær standa fyri 1/3 av inntøkuni hjá felagsskapinum, sum hvørt er á 35 mill. Staturin játtar í ár 7,8 mill til Danmissión, sum eisini hevur samstarv við Danida.
Hølini vóru stúgvandi full av fólki, sum vóru komin saman at ynskja stigtakarunum tillukku við hátíðar løtuna, tá ið krambúðin lat upp:
Borgarstjórin Steinbjørn O. Jacobsen, Torben Holm, samskiftisskrivari; Hans Jacob Joensen biskopur og Sonja Klein prestur hildu røðu og fegnaðust um hetta góða og slóðandi tiltakið, sum stigtakanir fingu rós fyri.
Danmission:
Stovnað 1. januar 2000 og hevur sín uppruna í Det Danske Missionsselskab, sum varð stovnsett í 1821.
Arbeiðir í 12 londum við: Heilsu og umsorgan, kirkjustuðli, landbúnaðarráðgeving, tillagan av nýdønum, útbúgving av børnum og kvinnum, religiónsdialogi, stuðuls- og ættleiðingarskipanum fyri børn.
O.u. 2000 sjálvbodnir hjálparar, 30 trúðboðarar, 22 starvsfólk - o.u. 4000 børn verða stuðlað gjøgnum skipanina. Umframt túsundtals menniskju, sum verða hjálpt á annan hátt gjøgnum ymiskar verkætlanir.
Teldupostur: [email protected]
Heimasíða: www.danmission.dk