Klaksvík - tað nýggja Farum!

Abraham Mikladal

Seinastu tíðina er komið undan kavi og staðfest, at tekniska umsitingini í Klaksvíkar kommunu er ódugandi (inkompetent), og at fleiri býráðslimir trívast væl við og beinleiðis stuðla uppundir óreglusemi og avmarkað lógloysi.
Soleiðis, sum gølurnar hava rullað og koma at rulla út yvir Klaksvíkar kommunu, er nærliggjandi at hugsa um stýring sum hana í Farum kommunu.
Lemjandi kritikkur er komin frá Innlendismálaráðnum til Klaksvíkar kommunu fyri beinleiðis ólógliga umsiting og viðtøkur í byggimáli. Somu-leiðis gevur Løgtingsins umboðsmaður ilt av sær til Klaksvíkar kommunu fyri eitt líknandi byggimál, tó at hann fyrst og fremst vil hava Innlendismálaráðið at gera sítt eftirlitsarbeiði til lítar og seta kommununa uppá pláss.
Hetta eru bert tvey av mongum dømum. Higartil er staðfest, at umsitingin saman við býráðnum hevur:
?ikki hildið ásetingarnar í byggisamtyktini um grannahoyring í fleiri ár
?ikki hildið ásetingarnar í býarætlanini
?ikki søkt landsstýrið um loyvir til frávik í fleiri ár
?loyvt bygging, ið er beinleiðis í stríð við byggisamtyktina fyri býin, og hetta hevur staðið við í fleiri ár
?ikki dugað og kent byggisamtyktina nóg væl til at hava kunnað tikið rættar avgerðir
?givið ávísum borgarum betri sømdir enn øðrum (øll hava ikki verið eins fyri lógini)
?ikki hildið og virt lógina um alment innlit
?tilvitað ella ótilvitað hildið lógarkravdar upplýs-ingar aftur fyri Innlendismálaráðnum og Løgtingsins Umboðsmanni

og í nærmastu framtíð fara - heilt víst - fleiri onnur óreglulig viðurskifti at koma undan kavi.

Fær ongar avleiðingar.
Býráðslimirnir taka ikki hesar gølur og átalur í álvara. Hóast allar avdúkingarnar um óreglumsemi hevur byggifulltrúin onga nøs fingið alment. Sama kann sigast um leiðaran yvir honum, býarverk-frøð-ingin. Tað eru sostatt ongi stig tikin til at plasera ábyrgdina fyri hetta skipaða óreglusemið. Orsøkin er óivað, at fleiri av býráðslimunum eru partar í hesum arbeiðsháttinum og tí halda hondina yvir eini ódugandi tekniskari- / byggiumsiting.

Nakrir býráðslimir trívast eftir øllum at døma í skipaðum óreglusemi.
Alt bendir á, at ein partur av býráðslimunum trívist væl í einum avmarkaðum lógloysi. Á tann hátt fáa teir gjørt mun á fólki, soleiðis at teir kunnu tæna vinum og kenningum og vinna sær sjálvum fyrimunir. Hinvegin kunnu teir gera fólki, teir av eini ella aðrari orsøk ikki hava tokka til, ónáðir og "órætt".
Nevnast kunnu: Karl Heri Joensen, Kristian Fríðrik Olsen, Steinbjørn O. Jacobsen, Torleif Sigurðsson, Hilmar Daniel-sen, Erik Andreassen.
Hesir hava so - kosta, hvat ið kosta vil - atkvøtt fyri at ólógliga byggiloyvið við Garðavegin skal trýstast ígjøgnum, hóast staðiligar ávaringar og ráðgeving, bæði frá grannum og løgfrøðingi, um at tað er bæði ósømiligt og allarhelst eisini ólógligt at nýta slíkan framferðarhátt.
Tað er nærliggjandi at hugsa, at Karl Heri Joensen, form. í teknisku nevnd, ið er heitasti talsmaður fyri omanfyrinevnda framferðarhátti, hevur forlovað seg til byggiharran, sum er góður vinur, fyrrverandi samstarvsfelagi og stillari hansara til býráðsvalið. Málsviðgerðin hevur so ikki tolað dagsins ljós, tí hon er farin fram fyri afturlatnum hurðum.

Tú kanst gera títt til at steðga óregluseminum.
Sum borgari í Klaksvíkar kommunu kanst tú tann 9. november vera við til at broyta støðuna til tað betra. Far á val og vel aðrar óspiltar kreftir í býráðið. Tað finnast áhugaverd valevnir á øllum listunum, sum siga seg vilja stilla allar borgarar eins og arbeiða fyri meira kunning, opinleika og eini umsiting, ið er effektiv og rættvís.