Klaksvík vann steypakappingina

Klaksvíkar Talvfelag setti punktum fyri einum framúr ári, tá teir eisini vunnu nýstovnaðu steypakappingina fyri lið

Talv

 

Kappingin, sum varð hildin á Gjáargarði, varð skipað við seks telvarum á vhørjum liði. Og við umhugsanartíð á 15 minuttir til hvørt talvið. 8 umfør vórðu telvað, soleiðis at øll liðini spældu móti hvørjum øðrum.

Væntandi varð, at Klaksvík, Vestmanna og Havnin fóru at dystast í oddinum. IM Helgi Dam Ziska og Martin Poulsen umboðaðu fremstu borðini hjá Havnini og IM John Rødgaard og Carl Eli Nolsøe Samuelsen fremstu borðini hjá Vestmanna. Klaksvíkingar vóru umboðaðir við Finnbjørn Vang og Ólavi Simonsen á 1. og 2. borði.

Men hóast teir ikki áttu nakran altjóða meistara, so gjørdust klaksvíkingar teir drúgvastu. Men har stóð nógv á. Bert tvey stig skiltu tey trý fremstu liðini.

 

Framúr ár í Klaksvík

Lutakastið vildi tað soleiðis, at Klaksvík og Vestmanna brustu saman longu í 1. umfarinum. Ein dystur, sum Klaksvík vann 4-2. Havnin vann í fjórða umfari 3,5-2,5 á Vestmanna, og tí gjørdist dysturin millum Havnina og Klaksvík avgerandi. Tann dystin vunnu føroyameistararnir úr Klaksvík, og tá tá Vestmanna spurtaði við tveimum 6-0 sigrum í seinastu dystunum, fóru teir eisini fram um havnarmenn.

Og so kundu klaksvíkingar fegnast um helst besta árið í søgu felagsins. Enn tá í 40 ára føðingardagsárinum.