Klaksvíkar Hornorkestur fimti

Vikuskiftið, hin 5. og 6. mei, hátíðarhelt Klaksvíkar Hornorkestur sín 50 ára stovningardag. Hetta varð m.a. gjørt við eini jubileums

konsert í Ósaskúlanum. Konsertin var afturlítandi, við tað at her vóru

spæld verk, sum orkestrið hevur spælt hesi 50 árini.

Skráin var fjølbroytt og áhugaverd. Orkestrið legði fyri við at spæla Klaksvíkar marsjin eftir Norman Edvards. Hesir tónar vóru, frá fyrstu løtu, við til at geva konsertini ein dám av gleði og fagnaði.

Eitt av hæddarpunktunum á konsertini var kenda verkið »Carneval de Venice« sum W. Rimmer hevur gjørt. Hetta verk setur krøv, bæði til spælarar og ikki minst til solist. Her spældi cornet-snillingurin Eiler Rasmussen solo. Sum so mangan áður, bergtók Eiler Rasmussen áhoyrarnar við sínum spæli. Eftir lokið avrik rungaðu lógvabrestirnir í høllini og blómurnar frá abbadøturunum vóru av sonnum uppibornar. Eiler Rasmussen er ikki bara framúr fimur á sínum ljóðføri. Hansara fraseringar eru eisini vælgerandi og so hevur hann ein heilt serstakan »tóna«. Ein sera vakran og kenslubornan tóna, sum smittar av uppá hinar spælararnar, og er við til at geva Klaksvíkar Hororkestri sál.

Á skránni vóru eisini »Mær leingist at fevna teg grønkandi vár« við lagi eftir Knút Olsen og lagið til Óluvu-kvæðið (»Stígum fast«) sum danska tónaskaldið Henrik Rung upprunaliga teknaði upp. Hesi løg vóru við til at geva konsertini ein heimligan dám.

Eitt annað hæddarpunkt á Jubileums-konsertini hjá Klaksvíkar Hornorkestri var »Grandfathers Clock«. Her spældi Rani Hansen euphoniums solo. Hetta var eingin løtt uppgáva. Men spælið hjá Rana var sannførandi, og merkt av dugnaskapi.

Samanumtikið kann sigast, at Klaksvíkar Hornorkestur, við Sharon Fisher sum leiðara, kom væl frá konsertini. Ljómurin var hugtakandi og spælið var í síni heild merkt av neyvleika.

Undir konsertini vóru heiðursbrøv handað tveimum av limunum fyri drúgva og trúgva tænastu, nevniliga Sáman Christiansen og Otto Samuelsen. Teir hava spælt við í orkestrinum, líka síðani tað varð stovnað. Gullnálir vóru eisini handaðar teimum, sum hava spælt við í tjúgu ár. Hetta var alt samalt við til at geva konsertini ein serstakan dám.

Tað er eingin ivi um, at Klaksvíkar Hornorkestur telist millum tey fremstu í landinum. Klaksvíkar Hornorkestur hevur spælt seg inn í hjørtuni mong. Hugaligt at síggja, at eisini ungar kreftir eru við í orkestrinum. Tað grør um gangandi fót!

Takk fyri eina góða konsert og tillukku við teim fimti!


Meinhard Bjartalíð