Klaksvíkar Kommuna stovnar mentanargrunn

Mentanarleiðarin í Klaksvíkar Kommunu vónar, at nýstovnaði 100 ára grunnurin er komin fyri at vera. Fyribils veitir grunnurin tó bert stuðul til mentanartiltøk í 2008


Nú ber til at søkja peningaligan stuðul úr nýstovnaða 100 ára grunninum hjá Klaksvíkar Kommunu til mentanartiltøk av ymsum slag. Treytin er tó, at verkætlanin verður veruleiki og víst fram í 2008. 



Heldur vónandi fram

Nýggi grunnurin er stovnaður í sambandi við at Klaksvíkar Kommuna fyllir 100 ár í ár. Í fyrsta umfari letur grunnurin tí bert stuðul til mentanarlig tiltøk, sum onkursvegna verða partur av hátíðarhaldinum, tað vil siga, at tey skulu frumframvísast í Klaksvík í 2008. Ongin forðing er tó fyri, at verkið verður víst fram aðrastaðni í landinum eisini.

Tað var Dávur Winther, leiðari á mentanardeildini hjá Klaksvíkar Kommunu, ið legði uppskotið um 100 ára grunnin fyri Mentanarnevndina í sambandi við viðgerð av fíggjaætlanini hjá kommununi fyri 2008. Nevndin tók undir við uppskotinum, sum eisini vann frama millum býráðslimir.

Nú vónar Dávur Winther so, at virksemið hjá grunninum kann halda fram í onkrum líki framyvir.

- Eg vóni og vænti, at grunnurin kann halda fram, og at upphæddirnar, ið verða latnar, verða líka stórar, sum nú, sigur Dávur Winther.

Til tiltøk í 2008 letur grunnurin eina upphædd á 100.000 kr, tvær á 50.000 kr og tvær á 25.000 kr.

- Vit hava lagt okkum eftir at lata fáar men lutfallsliga stórar upphæddir, sum gera mun, heldur enn at tæga tær sundur í smærri upphæddir, sigur Dávur Winther, sum vónar, at stóru upphæddirnar fara at stimbra fólk til at koma við sínum bestu hugskotum.

Í nevndini, ið skal viðgera innkomnu umsóknirnar um stuðul, sita borgarstjórin, Steinbjørn. O. Jacobsen, formaðurin í mentanarnevndini, leiðarin á mentanardeildini, Dávur Winther umframt eitt mentafólk í býnum, sum ikki er valt enn. 



Stórt hátíðarhald

Sjálvt 100 ára hátíðarhaldið hjá kommununi fer av bakkastokki í august mánað, tá ein røð av tiltøkum fara at seta dám á býin.

Ásannandi at eitt slíkt hátíðarhald verður sera kostnaðarmikið, skjeyt mentanardeildin upp, at eitt prosent av fíggjarætlanini hjá kommununi varð sett av til hátíðarhaldið, tað vil siga á leið 1,4 milliónir. Hetta eydnaðist tó ikki, og sum er, verða einar 600.000 krónur at ráða yvir til hátíðarhaldið.

Ein avleiðing av skerdu játtanini er, at onkrar sjónleika- og tónleikaverkætlanir, sum eru í umbúnað, ikki fá allan tann peningaliga stuðul, ið var ætlaður teimum. Men eins og øll onnur, hava hesi nú eisini høvi at søkja stuðul úr 100 ára grunninum.

Freistin at søkja stuðul úr grunninum er 15. mars.