Fram ? Mjølnir 2 ? 3 (24-26, 25-23, 25-16, 23-25 og 10-15)
Flogbóltur, menn
Oddaliðini meistaradeildin hjá monnum í flogbólti, Fram og Mjølnir, møttust leygardagin á Eysturskúlanum, og hetta gjørdist ein sera spennandi dystur , har avgerðin ikki fall fyrr enn eftir 5. settið.
Hóast Eysturskúlin er ein góð høll, so hevði verið betri, um ein slíkur dystur varð leiktur í eini ítróttarhøll ? tí tað hevði hann uppiborðið.
Javnt beinan vegin
Beinan vegin í fyrsta settinum var spenningur, og liðini fylgdust allan vegin heilt til endans, men megnaði Mjølnir at vinna 26-24.
Í øðrum setti vóru heldur ongantíð meira enn 2 stig á muni alt settið, og ungir leikarar sum Hjalti Josepsen, Mjølnir og Suni Petersen, Fram, vóru við til at seta dám á dystin við nøkrum goðum miðálopum. Ímóti endanum á settinum kom Fram framum við tveimum stigum - 21-23 -, men Mjølnir gav ikki upp og vann bóltin aftur, men til alla ólukku servaði John Syderbø í netið, soleiðis at Fram kom uppá 24 stig. Fram vann settið 25-23.
Rúni við góðum hoppservum
Spenningur var nú undan 3 setti., men við fleiri góðum hopservum frá Rúna Weihe, legði Fram seg á odda 9-4, og hesin munurin helt sær alt settið. Mjølnir hevði stórar trupulleikar í hesum settinum at fáa spælið at koyra, eins og Fram hesa løtuna leikti tann vakrasta flogbóltin, liðið higartil hevur megnað í ár. Rumenin Pasco Romica hevði nøkur sera góð smash, eins og Bernhard Petersen ofta fekk lagt upp til stuttar bóltar á miðjuni, uttan at nakar blokkur var frammanfyri. Fram vann settið 25-16 og var sostatt á odda 2-1 og eftir hetta varð roknað við, at Fram fór at klára at hála sigurin heim.
Fram best frá byrjan
Og Fram kom eisini best frá byrjan í 4. setti og legði seg klárt á odda 12-7 og førdi eisini 16-9. Hesa løtuna sá tað út til, at m.a. Borco ikki spældi upp til sítt besta, men so knappliga fór alt at koyra aftur, og Mjølnir byrjaði spakuliga at vinna seg inn á Fram aftur. Samstundis sum Mjølnir fór at leika betur, var eitt sindur av illstøðu ímillum Fram-leikararnar, og var hetta møguliga eisini við til at taka sigurin frá teimum. Eisini tóktist tað sum um Romica ? sum hevði leikt ein góðan dyst higartil - gjørdist eitt sindur troyttur til seinast, og ikki megnaði at sláa avgerðandi bóltar ígjøgnum, hóast at hevingin ikki lá til vildar.
Endin var at Mjølnir vann settið 25-23.
5-settið
Og byrjanin av 5.settið gjørdist eisini spennandi. Tá liðini skiftu síðu í 5. setti, var støðan 8-6 til Mjølnir, men so misti Fram alt á gólvið og endin var eisini at Mjølnir vann settið 15-10 og harvið dystin 3-2.
Dysturin var gjøgnumgangandi sera vælleiktur og kundi eins væl enda annarleiðis, um Fram hevði klárað at hildið konsentratiónina allan dystin. Rúni Weihe hjá Fram leikti ein sera góðan dyst og var tað ein fragd at síggja hansara hoppservur, eins og tann eina "back-spikin", sum hann dundraði í gólvið.
Fram hevur nú tapt seinastu tríggjar dystirnar, og um teir framvegis vilja náa toppin, mugu teir royna at vinna komandi dystirnar.
UM DYSTIN:
Romica Pascu , Fram
Spælið hjá okkum var tað besta, tað higartil hevur verið í kappingini. Tíverri vóru eisini nakrar løtur, tá ið spælið dovnaði, og tað útnyttaði Mjølnir til fulnar. Í 2. og 3. setti spældu vit so væl, sum eg veit vit kunnu. Serliga 3. settið eri eg væl nøgdur við. Men eg var bangin fyri, at dysturin fór at koppa í 4. setti, tí eg haldi, at tað gekk ov lætt hjá okkum at fáa stigini. Tá ið Mjølnir nærkaðist, komu vit ikki í sving aftur, og tað kostaði. Vónirnar til framtíðina eru tó sera góðar, tí vit vístu í dystinum, at tá ið spælið hjá okkum gongur, eru vit ikki at steðga. Vit koma sterkt aftur!
-------
Trygvi Poulsen, Mjølnir
Munurin á liðunum var eingin, og dysturin kundi tí fara báðar vegir. Hjá okkum stóð einki til í 4. setti, tí Fram var á odda 16-9 og vit høvdu einki at bjóða aftur ímóti teirra góða spæli. Time-outið vit tá tóku, vendi dystinum. Borko bað okkum gloyma tað, sum var hent, og bara hugsa um tað, vit nú skuldu gera. Tað eydnaðist.- Spælið hjá okkum broyttist, og serliga blokkurin hjá okkum kom aftur í sving. Hesaferð var hepnið við okkum, og vit eru sjálvandi ógvuliga fegnir um úrslitið.