Leygardagin 29. apríl 2006 læt Norðoyatunnilin upp fyri almenninginum. Nógv varð gjørt burturúr hesum, og tosað varð eisini nógv um, í hvønn mun hetta fór at ávirkað fólkatalið í næststørsta býnum í Føroyum, Klaksvík.
Men nú tað spakuliga fer at nærkast einum ári síðani, at tunnilin opnaði, so sæst á tølum frá fólkayvirlitinum hjá Klaksvíkar Býráð, at undirsjóvartunnilin lítla, fyri ikki at siga onga, ávirkan havt fyri fólkatalið í býnum.
7 fólk færri
Sosialurin hevur ringt til býráðið í Klaksvík og spurt, hvussu fólkatalið sær út í løtuni, í mun til áðrenn tunnilin læt upp. Hagani verður sagt, at um hugt verður at tølunum fyri 31. desember 2005 og 31. desember 2006, so broytingin næstan eingin.
4886 búðu í Klaksvík 31. desember 2005, og 31. desember 2006 vóru 4879 skrásett í Klaksvík. Hetta er ein minking við sjey fólkum. Tað er so at siga onki, og kortini ein veruleiki sum fólk mugu fyrihalda seg til.
Tá tað er sagt, so vita tey í Klaksvíkar býráð eisini at siga, at eftirspurningurin eftir grundstykkjum í Klaksvík er stórur.