Klaksvíkin til Havnar

Ætlandi hevur Stjørnan hópin av áskoðarum við, tá kvinnurnar fara at spæla steypafinalu leygdardagin

Hondbóltur

Í ítróttarhøpi munnu tað vera fægstu feløgini, sum hava eins trúgvar áskoðarar, sum tey í Klaksvík hava.
Ferð eftir ferð hevur hetta givið seg til kennar, tá lið úr Klaksvíkini hava spælt týdnignarmiklar útidystir, og í so máta tykist hondbólturin ikki at vera nakað undantak.
Fyri at lætta um, hevur Stjørnan á heimasíðuni, www.ki-klaksvik.fo, boðað frá, at felagið skipar fyri bussferð til steypafinaluna.
Ferðin er samskipað við túrin hjá Dúgvuni av Klaksvík kl. 13.00, og er kostnaðurin fyri ferðina 50 kr. Tekning eigur at fara fram á Kunningarstovuni.