Klaksvíkingar á frostmarkinum

Sjáldsama fáu áskoðararnir vóru vitni til, at B36 - eftir at teir beinanvegin høvdu gjørt sítt - ikki løgdu í at ovbyrja seg, og so sóu áskoðararnir, at heimaliðið megnaði ikki at lyfta seg úr siropinum, sum teir tykjast standa fastir í

Tað gongur, sum tað plagar, og hesa ferð var talan kanska um vánaligasta avrikið av øllum í hesum árinum. Heldur ikki ímóti B36 megnaði KÍ at gera mál, og harvið var sjálvsagt eingin møguleiki fyri, at teir skuldu vinna.
Fyri fjórðu ferð á rað fór B36 úr Klaksvík við øllum stigunum. Teir fingu mál beinanvegin. Jens Kristian Hansen legði innfyri miðskeiðis av KÍ helvtini úr vinstru, og tá ið misskiljing í KÍ verjuni hevði við sær, at bólturin ikki varð ruddaður av vegnum, takkaði Egil á Bø, sum hesa ferð var í B36 álopinum, fyri. Hann setti krúllin undir bóltin, sum fór í netið. Harvið hevðí B36 lagt seg á odda, og fyritreytirnar styrknaðu hjá teimum at verja um tað, sum teir høvdu fingið.
            Fyrr í summar tóktist B36 vera á veg ímóti trivaligum sigri. Ta ferðina sveik konsentratiónin. Klaksvíkingar fingu um endan, spældu í 2. hálvleiki sum leyvur, teir javnaðu til 2-2, og tað var um reppið, at teir eisini fingu sigursmálið.
            Hesa ferð var B36 í gásareygum bara frammanfyri við einum máli. Men teir vórðu ongantíð hóttir. Talan var avgjørt ikki um meistaraspæl, og spurningurin fer altíð at vera ósvaraður, hvussu tað hevði tørnað út, um heimaliðið hevði verið ført fyri at lagt B36 undir sama trýstið, sum teir gjørdu í Gundadali í øðrum leikumfari.
            KÍ liðið legði ikki B36 undir trýst. Tað megnaðu teir ikki. Heldur ikki fram ímóti dystarenda, tá ið trivaliga áskoðarafjøldin í Klaksvík plagar at bera sítt lið fram til trýst og mál, sum so plaga at bera stig við sær. Hesa ferð vóru fótbóltslíkindini so góð, sum tað kann ímyndast, at tey kunnu vera. Men tað vóru ikki fleiri klaksvíkingar, enn tað plaga at vera leygardagar, tá ið teir næstbestu spæla. Og teir, sum, hóast vánaligu gongdina higartil í ár, savnaðust á Eiðinum, tóktust ikki trúgva uppá, at teirra lið skuldi fáa fatur í langa endanum. Heldur ikki um áskoðararnir høvdu stuðlað og borið.
            Talan var ofta um langar sendingar. Bólthaldarin hjá KÍ hevði ongantíð nógvar møguleikar at spæla. Teir fluttu seg ikki nóg nógv og skjótt. Tískil eru tað fáir, sum bjóða seg fram, og so verður talan oftast um langar sendingar. Jacob Bymar og Erling Fles royndu, og onkra ferðina var um reppið, at teir gjørdust leysir. B36 verjan hevði somu manning, sum hon hevði næstsíðst, tá ið vit vístu á, at teir fýra ? Allan Mørkøre, Jóhannes Joensen, Pól Thorsteinsson og Jens Kristian Hansen ? tilsaman hava spælt knappiliga hálvt annað hundrað landsdystir. Og teir vóru ov rutineraðir til at geva klaksvíkingunum nakra ikki ætlaða og framskundaða hundrað ára føðingardagsgávu.
            Magnus Poulsen var í B36 málinum, og hann hevði so at siga einki høvi at vísa, hvør dugur tað er í honum. Ta einu ferðina í 1. hálvleiki stútaði Leon Bjartalíð í tvørtræið og uppum. Tað var einasta ferðin, sum tað við einum góðum vilja kundi tosast um roynd móti B36 málinum.
            At tað hevði verið linligt og við ongum hugflogi í fyrra umfarinum hevði við sær, at KÍ venjarin beinanvegin eftir steðgin gav tveimum av teimum, sum høvdu verið á beinkinum, møguleikan. Harley Bertholdsen loysti Jan Andreasen av, og Arnhold Joensen kom inn fyri Eyðun Klakstein. Men tað segði tað sama hjá KÍ.
 
Overvaðu seg ikki
Merkisvert var tað, at B36 miðvøllurin var mannaður við lutfalsliga óroyndum spælarum. Burtursæð frá brasiliumanninum var talan um tríggjar spælarar, sum eru uppvaksnir í B36. Frammnanfyri teir vóru John Petersen og Egil á  Bø, sum seinnu árini bara hevur verið verjuspælari.
            B36 spældi seg ikki til upplagdar møguleikar. Eisini hjá teimum var ofta talan um langar sendingar og um skeivar sendingar. Allan Mørkøre hevðí stutt eftir einasta málið góða roynd úr høgra borði, men bólturin fór skeivu megin handara stólpan.
            Bergur Midjord kom á vøllin fyri John Petersen, tá ið eitt korter var eftir. Hann gjørdist fram ímóti dystarenda einsamallur innanfyri KÍ verjuna, men vinkulin gjørdist nakað spískur, og so var tað ikki so torført hjá Jákupi Mikkelsen at verja fyri.
            B36 spælararnir og ikki so ógvuliga nógvu viðhaldsfólkini vóru ovurfegin, tá ið tey í dýrdarveðrinum fóru úr Klaksvík. Men samstundis vóru tey greið yvir, at hóast avrikið hevði borið fulla úrtøku við sær ímóti KÍ, so verður neyðugt við betri avrikið næstu ferðirnar, um tað skal hugsast um at vinna meistaraskapin frá grannunum.
 
 
KÍ-B36 0-1 (0-1)
0-1: Egil á Bø 2.
Dómari: Eiler Rasmussen
KÍ: Jákup Mikkelsen ? Jan Andreasen (Harley Bertholdsen, 46.), Ovi Nysted, Niclas Niclasen, Marek Wierzbicki ? Leon Bjartalíð, Atli Danielsen, Eyðun Klakstein (Arnhold Joensen, 46.), Símun Joensen ? Jacob Bymar, Erling Fles (Julian Samuelsen, 72.)
Gult kort: Niclas Niclasen, Ovi Nysted, Atli Danielsen
B36: Magnus Poulsen ? Allan Mørkøre, Jóhannis Joensen, Pól Thorsteinsson, Jens Kristian Hansen ? Kenneth Jacobsen (Ronnie Samuelsen, 89.), Niels Joensen, Klæmint Matras, Alex Dos Santos ? John Petersen (Bergur Midjord, 75.), Egil á BøGult kort: Niels Joensen