Klaksvíkar Klubbi er Føroyameistari í billard fyri lið. Hetta hendi tá teir seinasta vikuskifti vunnu 14-4 á Tvøroyrar Klubba. Hetta er annað árið á rað, at klaksvíkingar fara við gullinum. Teir vórðu so nógv bestir, fingu tilsamans 71 stig . Liðið hevur havt eina sera stabila og javnt sterka manning hesi bæði árini við Kristian Suna Høgnesen og Sonhard Johannesen, sum hava spælt í nógv ár og so heldur nýggja spælaranum Ólavi Kjølbro, sum í ár gjørdi tað bragd at vinna allar sínar dystir. Teir høvdu eisini allir eitt sera gott meðaltal fyri alla kappingina. Í hesi seinastu kappingini var tað tann ungi Ólavur, sum gjørdist bestur og við einum meðaltali uppá nærum 24 eygu. Ein dystur varð so eisini spældur um niðastu plássini. Havnar Klubbi vann 10-8 á FuglafirðI men tað var ikki nóg mikið at sleppa undan niðurflyting. Næstaseinata vikuskiftið vunnu fuglfirðingar 12-6 á tvøramonnum og tryggjaðu sær tá at blíva verandi í bestu deildini. Kaggin og Vágs Klubbi skuldu spæla hin seinasta dystin leygardagin. Men tann dysturin var ikki spældur, tí vágbingar møttu ikki upp. Óvist er nær tann dysturin verður spældur.
Nú tað er greitt, at klaksvíkingar eru føroyameistarar í billard fyri lið er púra opið, hvør fer við silvurinum og bronsuni, nú dysturin millum hini liðini í oddinum, Kaggan og Vágs Billardfelag ikki er spældur. Undan hesum dystinum er støðan tann, at Vág hevur 47 stig, Billardfelag Fuglafjarðar hevur 37 stig, Kaggin hevur 35 stig. Tvøroyrar Klubbi hevur 34 stig og Havnar Klubbi hevur 28 stig. Kappingin um silvur og bronsu verður so millum Vág. Fuglafjørð og Kaggan.
Støðan í 2. Deild er í løtuni tann, at Havnar Klubbi er á odda við Kagganum í hølunum. Vinnur Havnar Klubbi 2. Deild, so verður felagið verandi í 1. Deild, men tað er óvist, nú fleiri dystir eru eftir at spæla í 2. Deild og Kaggin hevur ein dyst meira at spæla enn Havnar Klubbi. Nr. 3 í 2. Deild er Fuglafjørð, nr. 4 og 5 eru Vágslið og aftast er Tvøroyrar Klubbi.
Í 3. deild er støðan tann, at Kaggin liggur á odda, nr. 2 er Klaksvíkar Klubbi, nr. 3 er Vágs Billardfelag, nr. 4 er Tvøroyri og aftast Havnar Klubbi. Her eru eisini fleiri dystir eftir at spæla.
Innleiðandi umfarið til einstaklingakapping í billard verður I Havn 28. Og 29. Mars. Freistin at tekna seg hjá Billardsambandinum er úti 22. Mars. Finaluumfarið verður vikuskiftið 4. Og 5. Apríl. Tað er ikki endaliga avgjørt, hvar tað verður spælt.
Úrslit annars:
Havnar Klubbi og Vág 2 í 2. Deild. Her vann Havnar Klubbi 16-2. Jógvan Jørgensen varð nr. 1 við umleið 12 eygum og fullum stigatali. Nr. 2 var Terje Sigurðsson og nr. 3 Høgni Højgaard. Bestur hjá vágbingum var Birni Kjærbæk.
Vág vann 13-5 á Fuglafirði í 1. Deild. Bestur var Birgir Jacobsen við fimm stigum og 21 í meðal. Besti fuglfirðingur var Jens Feilberg. Í 3. Deild var ein dystur millum Kaggan og Havnar Klubba. Kaggin vann 18-0. Besti maður á Kaggalinum var Jón Ellingsgaard. Sama lið Kaggans vann so eisini 10-8 ´
A Klaksvíkar Klubba. Bestur var Anfinn Hjalmarson.
Í 2. Deild vann Kaggin 12-6 á Vág 2. Bestur var Johannes Skaarup.
Í 1. Deild vann Vág 16-2 á Havnar Klubba. Tórur Holm var besti maður við nærum 24 eygum í meðal. Carsten Hansen úr Havnar Klubba hevðI ananrs fleiri góð spøl. Eitt var uppá 716 eygu.