1. deild menn:
HB-KÍ 1-2 (0-0)
Javnaldrarnir og stóru kappingarneytarnir í føroyskum fótbólti, vístu sunnudagin enn eina ferð undirhald fyri allar pengarnar í Gundadali. Talan var stutt sagt um ein tann besta landskappingardystin á árinum, og klaksvíkingar endaðu omaná inni á vøllinum og ikki minst uttanfyri vøllin. Viðhaldsfólkini úr Klaksvík vóru ikki so mong, sum tey vóru í sambandi við steypafinaluna, men tey vóru væl uppløgd, og tey megnaðu so dyggiliga at seta heimafólkini, ið sum 2. hálvleikur leið, kámaðust burtur í nógva mjørkanum, upp á pláss, og týdningurin av eldhugaðu stimbranini, sum klaksvíkingarnir inni á vøllinum kendu frá teimum uttanfyri, skal ikki undirmetast sum orsøk til at tætta og javna stríðið koppaði til frama fyri gestirnar hjá HB.
Marginalirnir við
KÍ kom á odda í 71. minutti. Í skjótum álopi spældi Harley Bertholdsen eitt tvey við Arnold Joensen, innleggið úr høgru lá fimm metrar úr málinum, bólturin tók bringuna á Kurt Mørkøre og støkk til Rógva Jacobsen, sum eisini var leysur, og hann smekkaði úr átta metrum og eitt sindur til høgru inn við handara stólpanum.
Klaksvíkingar fegnaðust, sum um hetta var sigursmálið, men vísarin hevði bara gingið ein hálvan umgang, so var 1-1. Jens Erik Rasmussen kom til baklinjuna í vinstru, og Andrew av Fløtum, sum við sínum avriki vísti, at tað er sera torført at skilja, hví hann skal sita á beinkinum meiri enn helmingin av tíðini, var við fremra stólpan fyrstur á innlegginum og stýrdi bóltinum í kassan.
Málini vóru ein nátúrlig avleiðing av møguleikunum, sum høvdu verið í sera ferðmiklum 2. hálvleiki: 53 minuttir vóru farnir, tá Heðin á Lakjuni stútaði innlegg úr høgru í Kurt Mørkøre, 57 minuttir vóru farnir, tá flatt langskot frá Andrewi av Fløtum streyk framvið HB málinum, og beint aftaná vísti Stephen Boyle, at hann er ein sera góður styrkur hjá KÍ. Harley Bertholdsen misti í høgru bóltin til Jens Erik Rasmussen, sum royndi seg við skoti úr fýra metrum og eitt sindur spískum, men málverjin hálvbjargaði.
Ettir 64 minuttir endaði KÍ uppspæl í vinstru við, at Heðin á Lakjuni sendi diagonalt til Harley Bertholdsen, ið var púra leysur, men úr tíggju metrum sendi omanfyri málið, og so var tað, at tey bæði málini komu.
HB tóktist minni nøgt við javnleik enn KÍ, og tí otaðu HB menninir seg alt longri fram síðstu løtuna. KÍ verjan við teimum báðum pólverjunum í miðverjuni saman við Jan Andreasen var væl skipað, og hóast tað onkra ferðina vóru boð eftir teimum eftir eitt sindur av aftur og fram, og tað einar fýra ferðir bara restaði síðsti havnarfóturin at stýra innleggunum í málið, so bleiv tað ikki meiri enn nær við og næstan.
Klaksvíkingar komu til møguleikar í snarálopum, og í 88. minutti eydnaðist tað Kurt Mørkøre at fáa Hans á Lag at gera brotsspark móti sær ein hálvan metur innanfyri brotsteigarmarkið. Marek var ikki nóg kaldur úr ellivu metrum, Bárður Johannesen bjargaði, og so var tað HB fagnaðurin, sum yvirtók, meðan klaksvíkingarnir vóru eitt sindur snópnir. Men bara í ein góðan minutt, so hevði Kurt Mørkøre sett punktum fyri føroyska kappingarárið og kanska føroysku karrieruna hjá sær. Úr seytjan metrum og umvegis fótin á Hans á Lag fangaði hann HB málverjan á skeiva beininum, og bólturin trillaði akkurát inn um strikuna.
Meiri sannførandi
KÍ var leikliga betri fyri í 1. hálvleiki. Munurin var ikki so stórur, og HB, sum hevði umskipað verjuna, soleiðis at Jan Dam var í miðverjuni og Hans á Lag í vinstru, var væl við, men teir á oddaliðnum vóru tyngri í nærdystunum, meiri sannførandi í myndingini av álopunum, og teir høvdu í fyrra umfarinum fleiri royndir enn HB, sum ikki royndi móti málinum hjá Stephen Boyle fyrrenn í 28. minutti, tá langskotið hjá Rúna Nolsøe fór omanfyri.
Onkuntið gekk tað í so skjótt fyri seg, og tað hevði bólttap báðar vegir við sær og harvið spentar støður. KÍ málverjin vísti einar tvær ferðir sítt stóra virði, tá hann megnaði at verja fyri óreinum kontrabóltum, og KÍ, sum ikki í nóg stóran mun megnaði at skifta síðu og tískil ikki í fullan mun fekk valuta úr góðu evnunum hjá væl upplagda og ágrýtna Heðini á Lakjuni, hevði fleiri møguleikar. Bárður Johannesen vardi væl fyri fínum langskoti frá Kurt Mørkøre, og HB málverjin var heppin, tá hann í 24. minutti misti innlegg úr høgru út til Heðin á Lakjuni, sum sendi uppum málið.
At klaksvíkingar í 1. hálvleiki ikki megnaðu at fáa nyttu úr leikligu yvirvágini og møguleikunum tóktist skula verða teirra mønustingur, tí tað kundi roknast við, at teir fóru at møðast skjótari í 2. hálvleiki, og tað var øgiligur smeitur hjá teimum, at John Ryan, sum hevði verið sera sannførandi, ikki kom á vøllin aftur eftir steðgin, men alt tørnaði út klaksvíkingum til fyrimunar, og ikki minst tey trý stigini, sum vórðu vunnin móti HB í Gundadali, fara at vera kærkomin, tá stigaposin verður tømdur fyrsta leygardagin í oktober.
HB: Bárður Johannesen ? Jóhannis Joensen, Hans Fróði Hansen, Jan Dam, Hans á Lag ? Hans Jørgen Ellingsgaard, Rúni Nolsøe, Hallur Danielsen, Jens Erik Rasmussen ? Súni Fríði Johannesen, Magni á Lakjuni.
KÍ: Stephen Boyle ?Andrzej Pacek, Jan Andreasen, Marek Wierzbicki ? Harley Bertholdsen, Jan Joensen, Rógvi Jacobsen, John Hansen ? Arnold Joensen, Kurt Mørkøre, Heðin á Lakjuni.