Fiskivinna
Klaksvíkingar hava enn ikki givið skarvin yvir í strembanini eftir at endurreisa fiskavirkið á Kósini, sum upp ígjøgnum árini hevur havt so stóran týdning fyri býin og økið í Norðoyggjum annars.
Herfyri segði nýggi borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Gunvá við Keldu, at Klaksvíkin kann ikki vera Kósavirkið fyriuttan.
Ein týðandi partur av rávørugrundarlagnum undir Kósavirkinum seinnu árini hava verið seks ísfiskatrolarar, sum hava verið undir samtakinum Maru Seafood.
Men í fjør heyst hendi tað, at Føroya Banki lýsti skipini á tvingsilssølu, og sum tíðin leið, keyptu suðuroyingar Navaran og Borgaran, meðan Safir, Smaragd, Fjalshamar og Nónhamar fyribils vóru eftir hjá lánsveitaranum.
Um nøkukunda somu tíð læt eisini fiskavirkið á Kósini aftur, og síðan hevur at kalla einki fiskaarbeiði verið í Klaksvík.
Keyptu fýra
Felagið P/F Christian í Grótinum lá tíðliga fram við til at keypa øll seks skipini, men eftir øllum at døma hava keyparar og lánsveitarar ikki verið samdir um samlaða prísin.
Í samrøðu við Sosialin segði Kristian Martin Rasmussen, reiðari, at felagið hevði bjóðað tað fyri skipini, sum teir hildu, at skipini kundu megna at forsvara, soleiðis sum umstøðurnar vóru.
Síðan eru viðurskifti broytt nakað, soleiðis at eitt nú oljan, sum var uppi ígjøgnum í prísi, nú er vorðin bíligari.
Nú um dagarnar hendi so tað, at P/F Christian í Grótinum kortini keypti teir fýra ísfiskatrolararnar, ið eftir vóru, Safir, Smaragd, Fjalshamar og Nónhamar.
Góðar 400 dagar
Í samrøðu við Sosialin í gjár, ásannar reiðarin, at skipini er keypt nóg dýr, sum hann tekur til, men við góðum fólki og hampiligum fyritreytum annars – á sjógvi og landi - heldur hann, at skipini kunnu fáast at bera seg.
Men tað er ikki vist, at øll skipini, sum P/F Christian í Grótinum hevur keypt, kunnu fiska alt árið. Til tess verður neyðugt at útvega teimum fleiri fiskidagar enn teir stívliga 400, sum skipini í løtuni eiga.
Í samrøðu við Sosialin í gjár sigur Kristian Martin Rasmussen, at talan er um tilsamans fýra loyvi – tvey vanlig loyvi og tvey smærri loyvi, sum hann tekur til.
Tá Føroya Banki seldi Navaran og Borgaran til Suðuroyar, skiltist, at bankin saman við hesum báðum skipum samstundis seldi suðuroyingum fiskidagar til eitt skip aftrat.
Soleiðis eiga Breiðanes og Hamranes, sum hesi skip nú kallast, eitt hampiligt tal av fiskidøgum tilsamans.
Spurningurin er so, hvørjar møguleikar Kristian Martin og hansara menn hava at útvega sínum fýra ísfiskatrolarum nóg mikið av fiskidøgum.
Tað er ikki ókent, at feløg samstarva, og eitt nú kann nevnast, at JKF-Trol í Klaksvík eigur eini 10% í felagnum hjá Tummasi Christophersen í Vestmanna, sum eigur ísfiskatrolararnar Vestmenning og Fram.
Sum skilst, hevur hetta samstarv eisini nakað við fiskidagar at gera, og vit hava skilt, at tað er her, at Vestmenningur og Fram kunnu veiða gulllaks í summarhálvuni.
Nú eigur P/F Christian í Grótinum so hesi fýra skipini, og felagið fer at kanna, hvørjir møguleikar eru.
Ábøtur og klassing
Øll skipini skulu hava ymiskar ábøtur, og meðan Fjalshamar og Nónhamar hava síni klassapappír í lagi, noyðast Safir og Smaragd til klassingar, áðrenn skipini kunnu loysa.
Kristian Martin Rasmussen segði seg kortini vóna, tá vit hittu hann í telefonini í gjár, at øll fýra skipini kunnu loysa, áðrenn nógvar vikur eru umlidnar.
- Hetta verður so okkara íkast til at endurreisa virksemið aftur á Kósini, segði reiðarin í Klaksvík.
Tað má sigast at vera undrunarvert og flott, at menninir, sum standa aftanfyri P/F Christian í Grótinum í Klaksvík, nú eisini hætta sær undir ísfiskavinnu. Um stutta tíð fær felagið stóran nýbygning úr Chili, sum eins og Norðborg fer at virka pelagisk fiskasløg umborð.
Hetta er ein velduga stór verkætlan, og ikki minst nú svartkjaftakvotan er so nógv skerd, verður hetta sjálvsagt eisini ein stór avbjóðing.