Klaksvíkingar vunnu søguligan sigur

FM heitið vann Klaksvíkingur. Hjartaliga tillukku við tí!

Og tað var við manér, at klaksvíkingar vunnu ólavsøkuróðurin. Klaksvíkingur reyk avstað, og fjarstøðan aftur til teir næstu øktist stútt og støðugt.

Tað er ongantíð áður sæð á stutta ólavsøkumálinum, at eitt 10-mannafar hevur vunnið so trivaligan sigur, sum Klaksvíkingur vann í dag. Áðrenn bátarnir komu inn á Molan, var tað leyst frá Klaksvíkingi og aftur til teir næstu, og fjarstøðan bara øktist.

Eysturoyingar høvdu roynt at gera bjargingarroynd, men hon kiksaði totalt. Eitt var, at tað ikki eydnaðist Eysturoyingi at bjóða Klaksvíkingi av. Tað eydnaðist heldur ikki at varðveita næstfremsta plássið, sum Eysturoyingur annars hevur verið á fýra tær undanfarnu ferðirnar.

Ormurin Langi var skutin undan Eysturoyingi, og Klaksvíkingur var meiri enn tvær bátslongdir frammanfyri Ormin.

Tað var søguliga trivaligur ólavsøkusigur!

Úrslitið

1 Klaksvíkingur 03:56.19

2 Ormurin Langi (RK) 04:03.15

3 Eysturoyingur 04:04.03

4 Havnarbáturin 04:04.21

5 Hoyvíkingur 04:12.07

Endaliga støðan

1 Klaksvíkingur 47

2 Eysturoyingur 43

3 Ormurin Langi (RK) 36

4 Havnarbáturin 4

5 Hoyvíkingur 3