Jóannes Hansen
Norðoyastevnurnar, tá ið klaksvíkingar hava verið so gestablíðir, at teir hava latið fremmandu kapprógvararnar fara við øllum silvurinum, hava verið nógv fleiri, enn stevnurnar, tá ið klaksvíkingar hava vunnið.
Í 2001 vunnu tríggjar manningar hjá Klaksvíkar Róðrarfelag FM, og tað árið vunnu allar hesar manningarnar á norðoyastevnu. Talan var um Fípuna Føgru við gentum, Páll Fanga við kvinnum og um Nevið Reyða.
Í fjør bjóðaðu klaksvíkingar seg fram við nýggjum 10?mannafari. Eftir glæsiligu úrslitini við 8?mannafarinum árið fyri, kundi tað tykjast sum um, at dreymurin um, at 10?mannafarið skuldi vinna á norðoyastevnu og rættuliga vera við í FM kappingini, sum Klaksvíkingur ongantíð hevur vunnið, skuldi gerast veruleiki, men tað eydnaðist ikki. Kappingin frá Havnarbátinum, Eysturoyinginum og Vestmenninginum var eirindarleys, og Klaksvíkingurin endaði á fjóðra plássi, sjálvt um teir í fleiri av teimum seks FM róðrunum kendu fjarstøðuna fram til fremsta plássið at vera lítla.
2003 er fjørutinda árið, at tað verður kappast um FM í róðri. Frá 1964 og til og við 1972 varð skipað fyri serligari kapping um FM, eftir at stevnuróðrarnir høvdu verið. Síðani 1973 hevur skipnin við stigum verið galdandi. Tað vil við øðrum orðum siga, at 2003 er 40. árið, at tað ber til at vinna FM í kappróðri, og at tað í ár eru 30 ár síðani, at tað varð farið undir FM kappingar í tí líki, sum tær nú eru kendar.
Higartil hava klaksvíkingar vunnið tólv FM heiti ? fimm undir gomlu skipanini og sjey undir galdandi skipan. Fípan Fagra við dreingjamanning vann FM í 1964, og genturnar á Fípuni vunnu í 1965, 1966, 1967 og í 1969. Genturnar vunnu aftur í 2001. Kvinnurnar umborð á Páll Fanga hava vunnið í 1986, 1987, 1989, 1990 og í 2001, og Nevið Reyða vann í 2001.
Síðani 1970 hevur 10?mannafarið í Klaksvík ongan FM róður vunnið. Tað árið vann Klaksvíkingur tríggjar róðrar ? á norðoyastevnu, á jóansøku og á vestanstevnu. Teir, sum mannaðu spildurnýggja bátin á norðoyastevnu hetta árið, og harvið eru teir einastu, sum hava vunnið í heimasjógvi í Klaksvík, síðani tað varð farið undir FM kappingar, vóru hesir: Martin Jacobsen ? Einar Thomassen, Kjartan Thomassen, Karl Jákup Petersen, Petur Hans Poulsen, Ólavur Johannesen, John Danielsen, Jákup Sørensen, Hanus Hansen, Svenning Eysturdal og Torleif Sigurðsson, ið var 22 ára gamal aldursforseti og bátsformaður.