Søgan um Rólant Reginsson Biskopstø úr Klaksvík er ein sólskinssøga. Hann liggur á Ríkissjúkrahúsinum, hevur fingið nýtt hjarta, og skurðviðgerðin gekk væl.
Alt byrjaði við, at hann fjørsummar fekk hann krím og slapp ikki av aftur við hostan. Hann varð so kannaður, og tað vísti seg, at hann hevði ov stórt hjarta.
Hann fekk nógvan heilivág, men læknarnir søgdu, at hann noyddist at fáa nýtt hjarta.
30. oktober fóru Rólant og foreldrini Jórun Biskopstø og Regin Simonsen til Danmarkar.
Tey gjørdu seg út til at skula bíða eftir nýggjum hjarta til Rólant í nøkur ár, men longu fríggjadagin seinnapartin ringdi Ríkissjúkrahúsið og segði teimum, at eitt hjarta var til Rólant.
Gekk væl
Fríggjakvøldið varð Rólant so lagdur undir skurð, og um náttina var skurðviðgerðin liðug.
Alt gekk væl, og longu leygarmorgunin var Rólant, sum lá í respiratori, vakin aftur, skrivar Norðlýsið.
Sunnumorgunnin varð hann tikin úr respiratorinum, hann fær etið og hevur onga pínu.
Upp undir skurðvigerðina fekk hann nógvan heilivág, sum nú verður trappaður niður.
Familjan má rokna við at búgva í Dnmark næsta hálva árið. Tað er væl sloppið, tá hugsa verður um, hvussu leingi onnur noyðast at bíða.
Má verjast
Enn sleppa onnur enn foreldrini ikki at vitja Rólant, sum má verjast móti smittuvanda.
Norðlýsið hevur tosað við mammuna, sum greiðir frá, at komandi tíðin kann gerast strævin, tí roknast kann við afturstigum.
Sosialurin royndi í morgun at fáa orð á Jórun Biskopstø, men hon hevði ikki stundir tá at tosa.
Annars hevur Rólant gjørt sær eina heimasíðu, sum hann hevur skrivað søgu sína á.
www.123hjemmeside.dk/biskopstorolant/40416458