Flogbóltur
Mjølnir ? Dráttur 3-2
18-25, 24-26, 25-21, 25-13 15-5
Dráttur byrjaði við sama góða leiki, sum tær vístu í FK-kappingini fyri tveimum vikum síðani, tá tær tryggjaðu sær pláss í steypafinaluni.
Við góðum móttøkum, hevingum og góðum smassjum vunnu tær fyrsta settið við Marinu Popovic á odda, sum tann berandi leikarin saman við landsliðleikaranum Helgu Nordendal. Dráttur legði seg trygt á odda og vann settið 25-18.
Marina Popovic smasjaði ikki so hart allar bóltarnar, men royndi heldur at sláa hesar soleiðis, at teir vóru til stóran ampa í verjuleikinum hjá Mjølnir, sum ikki rættuliga fekk skil á hesum í báðum teimum fyrstu settunum.
Eisini vísti tað seg, at eitt stórt ódekkað øki var mitt á vøllinum hjá Mjølni, sum Dráttur fekk stóra gleði av, og hóast at Margit Joensen av øllum alvi royndi at stríðast fyri at fáa fatur á bóltunum, so eydnaðist hetta ikki.
Annað settið vann Dráttu eisini og endaði hetta 26-24, men ein kundi nú merkja, at Mjølnir var við at koma í gongd við sín vælkenda trygga leik.
Vend í
Í mun til FK-kappingina, hevði Mjølnir nú eisini fingið landsliðsleikaran Tinu Jacobsen við aftur á liðið, og hon var við til at styrkja um álops- og vejuleikin (blokaduna). Í hesum sambandi hevði juvoslavski venjarin eisni valt at nýta Veru Larsen sum libero, og kom hon eisini til sín rætt í triðja setti.
Settið gekk javnt á, men Mjølnir hevði alla tíðina yvirvág og førdi við nøkrum stigum. Klaksvíksingarnir leiktu stabilan leik við Margit Joensen á odda, og hetta trýstið kláraðu vágagenturnar ikki at standa ímóti, hóast at tær stríddist manniliga. Mjølnir vann settið 25-21 og rómurin á leikarunum og áskoðarunum var stórur.
Slagið vunnið
Og nú var einki at gera hjá Drátti longur. Tær fingu allar ein niðurtúr, og komu ongantíð rættuliga fyri seg aftur ? ella vóru tær kanska troyttar eisini.
Og slíkan møguleika skal ein ikki geva Mjølni, sum aftur fann fram føroyameistaraleikin og vunnu tey bæði næstu settini 25-13 og 15-5.
Samanumtikið var hetta ein góður og undirhaldandi dystur, sum var í KÍ høllini leygardagin, við góðum stemningi.
Um Dráttur skal vinna á Mjølni í framtíðini, so mugu tær royna at fáa meira breidd í spælið, soleiðis at tað ikki alla tíðina verður leikt uppá Helgu Nordendal ella útlendska leikaran. Men hetta er nakað tær kunnu venja fram til næsta dyst, tí møguleikarnar hava tær.