Gjøgnum skipanina Nordvision fáa norðurlendsku sjónvarpsstøðirar kunnleika til sendingarnar, ið gjørdar verða í hinum londunum.
Og tá ið tey í svenska sjónvarpinum sóu sendingarnar, sum Bergljót Hentze og Ólavur Rasmussen gjørdu um Klaksvíksstríði, hildu sviar sendingarnar vera so spennandi, at svenska fólkið skuldu sleppa at síggja tær.
Svenska sjónvarpið brúkar fyritøkuna Mediatext til at týða og teksta, og gjøgnum Majken Poulsen Englund, sum býr í Álandi, fekk Heri Esturlíð í Stokkholm uppgávuna at týða tekstin í sendingunum úr føroyskum til svenskt. Ein professionellur týðari lagar so týðingina til sjónvarpið.
Drúgt at týða
Heri Eysturlíð sigur, at tað var eitt rættuiliga drúgt arbeiði at týða tekstin í teimum báðum sendingunum. Onnur sendingin er góðan hálvan tíma og hin trý korter.
- Tað var ikki torført at týða tann upplisna tekstin, men verri var at týða tað, sum summi av fólkunum í sendingunum søgdu. Neyðugt var at greiða nærri frá, hvat Mjóvanes var, og sendu tey eisini fleiri fólk bara við fornavni, sigur Heri Eysturlíð.
Hann sigur, at hansara lokali kunnleiki til Klaksvík kom honum væl við, men hendingarnar mintist hann ikki, kendi ikki øll tey umrøddu fólkini, men so bað hann ein mammubeiggja um vegleiðing.
Hann veit, at ein onnur føroysk sending eisini skal í svenska sjónvarpið. Tað er sendingin, sum Eir í Ólavsstovu gjørdi um nakrar heimleysar menn í Havn.