Klaksvík ger nýggja vinabýaravtalu

Í dag er ein nýggjur vinabýarsáttmáli undirskivaður í Norrkøping.

 

- Fyri  Klaksvíkar kommunu skrivaði Jógvan Skorheim, borgarstjóri, undir og í tí sambandinum vísti hann á góða skúlasamstarvið, ið verið hevur ímillum vinabýirnar, sigur Dávur Winther, mentanarleiðari í Klaksvíkar kommunu, sum eisini hevur tikið myndina.


Klaksvíkar kommuna hevur verið virkin í norðurlendsum samstarvi, kallað Nordisk Platform, sum er vinarbýaravtala frá 1995 millum býirnar, Kópavog, Odense, Trøndheim, Norrkøping og Tammerfors.

Í dag er ein nýggju  vinarbýasáttmáli, undirskivaður í Norrkøping og hon er galdandi í 10 ár.

 

Í sambandi við undirskrivingina hava tey endurmett vinabýarsamstarvið. Eisini tosaðu tey um avbjóðingarnar í nútíðarsamfelaginum og annað.

 

- Eitt, tey gjørdu vart við, var, at serliga skúlasamstarvið hevur hepnast væl og hevur verið væl skipað, sigur mentanarleiðarin.

Umboð fyri Hagaskúla í Norrkøping greiddu vitjan teirra í Klaksvík fyri stuttum.

 

- Tey vóru hugtikin av tí tey høvdu sæð og vóru so bersøgin at siga, at hetta hevði verið eitt av teirra bestu vinarbýartreffur, tey høvdu verið á, sigur Dávur Winther.

- Nýggja avtalan heldur fast við lutir úr teirri gomlu avtaluni so sum mentan, íverkseting, vinna og skúlar.

 

Men avtalan umrøður eisini vælferðarsamfelagið, burðardygd, umhvørvi og møguleikarnar fyri at starvsfólk vitja hvønn annan og arbeiða hjá hvørjum øðrum.

 

Men annars er semja um, at tað skal bera til at taka øll mál upp.

 

- Eitt, sum varð sligið fast, varð, at vit eru vinabýir, sum ikki eru í kapping, men sum tvørtur ímóti  eru vitanardeplar hjá hvørjum øðrum og sum øll eiga at njóta gott av, sigur Dávur Winther.